• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tvey kyn – ymsar støður er undirvísingartilfar, sum undirritaðu hava framleitt fyri Javnstøðunevndina. Tilfarið er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði í miðnámi.

Tilfarið lýsir broytingar og støðumyndir í mun til kyn á týðandi samfelagsøkjum við tekstum, hagtalsmyndum, talvum, myndum og onkrum styttri sjónvarpsinnsløgum.

Endamálið við undirvísingartilfarinum er at geva næmingum innlit í, hvussu kyn er ein táttur í heildarlýsingini av samfelagnum, og at fáa næmingar at hava orðaskifti um ymiskar samfelagsspurningar, sum snúgva seg um kyn og javnstøðu. Næmingar fáa á hendan hátt vitan og tilvitan um, at kyn og javnstøða millum kyn í mongum førum ávirka einstaka menniskjað eins væl og samfelagið yvirskipað.

Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið uppá og er ikki ein vísindagrein í sær sjálvari. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið uttan at seta tað í ein breiðari samanhang so sum samfelag, mentan ella gudstrúgv.

Nógv øki og nógvir spurningar eru viðkomandi og avbjóðandi at viðgera í javnstøðufakligum høpi. Men neyðugt var sjálvsagt, at vit avmarkaðu okkum, so í hesum føri hava høvundarnir valt 7 ymisk evni, sum Javnstøðunevndin síðani hevur góðkent.

Tilfarið er býtt upp í átta partar, sum hava hesar yvirskriftir:

  1. Inngangur
  2. Íbúgvaviðurskifti
  3. Barnsburðarviðurskifti
  4. At liva og doyggja
  5. Familjur og hjúnaskilnaður
  6. Útbúgving
  7. Arbeiðsmarknaður
  8. Inntøkubýti

Til hvønn partin er ein røð av spurningum til umhugsanar, sum næmingurin kann taka støðu til og viðgera, antin munnliga, sum orðaskifti í flokkinum, ella skrivliga sum uppgávu at lata inn. Sjálvsagt ber eisini til at útbyggja listan við spurningum, um ynski er um at fara meira í dýpdina við onkrum evni.

Fyrsti partur er ein yvirskipað innleiðsla í hugtakið javnstøðu, har vit vísa til viðkomandi lógarverk og geva dømi um beinleiðis og óbeinleiðis mismun vegna kyn.

Annar partur viðger íbúgvaviðurskifti og teir tættir, sum ávirka fólkatalið í einum landi. Ein gjøgnumgongd av fólkatalinum frá miðøld til í dag setir nútíðina inn í søguligt høpi, og greitt verður frá hugtøkum sum fólkapýramidur, burðaravlop, nettoflyting og fólkasamanseting.

Triði partur snýr seg um burðarviðurskifti og barnsburðarfarloyvi. Nortið verður við orsøkir til lækkandi barnatalið og lógarásett barnsburðarfarloyvi til pápar. Eisini fevnir hesin partur um fosturtøku. Talið á fosturtøkum í Føroyum er lágt samanborið við onnur lond, og møguligar orsøkir til lága talið verða nevndar. Eisini verður nomið við grundgevingar fyri og ímóti fosturtøku.

Fjórði partur viðger livialdur og møguligar orsøkir til, at menn liva fleiri ár styttri enn kvinnur. Í hesum parti verður komið inn á livivanar, arvaeginleikar og deyðaorsøkir, sum eru ymisk hjá ávikavist kvinnum og monnum.

Fimti partur snýr seg um familjur foreldur og børn, um familjusamanseting, samlívsslit og foreldramyndugleika. Ein lýsing av ásetingunum í galdandi lóg um foreldramyndugleika vísir, hvørjar treytir eru fyri mammur og pápar. Ein pápi greiðir frá, hvussu tað er at vera pápi at barni, ið hann ikki hevur foreldramyndugleikan yvir. Ein mamma við foreldramyndugleikanum yvir báðum børnunum fortelur um, hvussu hon fær ein strævnan gerandisdag at rigga.

Sætti partur viðger útbúgving. Lutfalsliga fáir dreingir fáa sær útbúgving, og orsøkir til og avleiðingar av hesari støðuni verða viðgjørdar. Eisini verður komið inn á kynsuppbýtta valið av útbúgving, og spurt verður, um tað ber til at ávirka ungar gentur og ungar dreingir til at velja øðrvísi.

Sjeyndi partur viðger arbeiðsmarknaðin. Her verður greitt frá um arbeiðsvirkni, ella hvussu stórur partur av fólkinum er í vinnu. Eisini viðger hesin parturin, hvussu nógv arbeiða niðursetta tíð, og hvørjar avleiðingar tað kann hava. Kynsuppbýtið á arbeiðsmarknaðinum verður eisini viðgjørt.

Áttandi partur snýr seg um inntøkubýtið, ella hvussu inntøkan er hjá kvinnum samanborið við inntøkuna hjá monnum. Eisini verður viðgjørt, hvussu ein partur av fólkinum livir í fátækraváða.

Heimildirnar til tilfarið eru upplýstar í hvørjum parti sær, og eru antin søguligt tilfar, gransking ella samrøður við ymiskar heimildarpersónar og serfrøðingar, sum vit meta hava viðkomandi vitan og áskoðanir á umrøddu evni.

Vit hava gjørt samrøður við Pál Weihe, yvirlækna og formann í Fólkaheilsuráðnum, Katrina Kallsberg, yvirlækna og forkvinnu í Javnstøðunevndini, Lene Moyell Johansen, løgfrøðing og ráðgeva hjá Ríkisumboðnum, Turid Debes Hentze, sakførara, Eriku Hayfield, samfelagsfrøðing og granskara, Lív Patursson, samfelagsfrøðing við sergrein innan kyn, umframt við nevndina í Lærarafelagnum: Herálvur Jacobsen, Jónleif Johannesen, Maria V. Hansen, Jákup av Skarði og Andrea á Rípuni. Vit takka teimum hjartaliga fyri samrøður og orðaskifti um evnini, sum vit hava lýst.

Vit takka Dorit Hansen, ritstjóra á Námi, fyri rættlestur og viðmerkingar annars.

Ein serlig tøkk verður veitt Sigfríði S. Sólsker, ritstjóra í Námi, sum ótroyttiliga hevur veitt okkum stóra hjálp og holla vegleiðing í arbeiðinum at skipa tilfarið í hesa sBókina.

Vónandi er tilfarið hent og gagnligt fyri tykkum, sum undirvísa, og ikki minst viðkomandi og áhugavert fyri næmingarnar.

Hans Pauli Strøm og Kristianna Winther Poulsen

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015