• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald

Javnstøða. Tvey kyn - ymsar støður

Tvey kyn - ymsar støður er ætlað næmingum í miðnámi.

Tilfarið er framleitt fyri at geva næmingunum økta vitan og tilvitan um, hvussu ymisk øki í dagsins samfelag hava ymiska ávirkan á kynini. Við hagtølum og lýsingum verða samfelagslig viðurskifti viðgjørd, sum vísa, at fortreytirnar fyri umstøðunum hjá kvinnum og monnum eru ymiskar.

Umframt tekstin fært tú:

  • 121 hagtalsmyndir
  • 43 excel hagtalsfílur
  • 11 filmsbrot
  • 18 fotomyndir/tekningar
  • 53 orðafrágreiðingar

ISBN: 978-99918-2-201-3

Upphavsrættur: høvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám.

Kemur tú fram á eina villu, ella sært eitthvørt, ið tú heldur kundi verið betri, ert tú vælkomin at skriva til sbok@nam.fo og boða frá, ella trýsta á "Sig tína hugsan" niðast í høgra horni.

Høvundarnir

Hans Pauli Strøm er sosiologur og starvast á Hagstovuni. Hans Pauli hevur verið løgtings- og landsstýrismaður.

Kristianna Winther Poulsen er cand.mag. og MSc. Hon var forkvinna í Javnstøðunevndini 2008-2012 og hevur verið varalimur á tingi.

Forsíða og myndir

Sigfríður S. Sólsker hevur tikið forsíðumyndina, og Else Sjúrðaberg hevur sett hana saman. Mureldur hevur tikið myndirnar í sBókini. Myndin á s. 195 er frá iStock.