• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Javnstøðunevndin fegnast um at kunna geva út hesa fyrstu føroysku sBók við undirvísingartilfari um javnstøðu. Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði í miðnámi, men kann eisini brúkast til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum.

Javnstøðunevndin fær javnan fyrispurningar frá skúlanæmingum, ið skriva uppgávur o.t. um javnstøðu. Nevndin hevur varhugan av, at nógv ungfólk hava áhuga fyri javnstøðuspurningum. Men stórt trot er á dagførdum undirvísingartilfari um javnstøðuspurningar í føroyska gerandisdegnum. Nógv tilfar er til um javnstøðu, men tað er ikki skipað í einum staði. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá Javnstøðunevndini at fáa savnað verandi tilfar saman og at fáa framleitt nýtt og tíðarhóskandi tilfar til nýtslu í skúlum og annars.

Á sumri 2012 heitti Javnstøðunevndin á Kristionnu Winther Poulsen og Hans Paula Strøm um at framleiða tilfar um javnstøðu í breiðum samfelagssamanhangi og skipa tað sum eina frálærubók fyri miðnámsskúlanæmingar. Høvundarnir fingu fríar ræsur at avgera innihald og form, sum Javnstøðunevndin síðani hevur góðkent.

Bókin er skipað í sjey ymisk evni og verður givin út sum ein sBók. Endamálið við bókini er at vísa, hvussu ymisk øki í dagsins samfelag hava ymiska ávirkan á kynini. Bókin bjóðar ongar lidnar loysnir ella niðurstøður; í staðin inniheldur hvør partur fleiri uppskot til kjakevni, sum eru ætlað at geva næmingum íblástur til at hugleiða og skifta orð um ymiskar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu. Fyrimunirnir við at skipa tilfarið í eina sBók eru, at tilfarið kann gerast meira fjølbroytt og livandi, t.d. við filmsbrotum. Haraftrat er tað einfalt at dagføra upplýsingarnar og víðka bókina við fleiri evnum og upplýsingum. Og sBókin er ókeypis at brúka og at taka niður sum pdf.

Javnstøðunevndin hevur fíggjað bókina. Eisini hevur Nám lagt stóra arbeiðsorku í bókina; uttan holla ráðgeving og fyrimyndarliga gott samstarv við Nám hevði bókin ikki verið til. Javnstøðunevndin takkar høvundunum fyri sera væl úr hondum greitt arbeiði og Námi fyri dyggan stuðul.

Tað er okkara vón, at næmingar og lærarar fara at taka væl ímóti bókini og fáa stórt gagn av henni.

Tórshavn, februar 2015

Javnstøðunevndin

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking