• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fátækraváði

Eitt mát fyri, hvussu javnt ella ójavnt inntøkubýtið er í samfelagnum, er, hvussu nógvir borgarar liva í sonevndum fátækraváða. Hetta verður mált hagtalsliga eftir einum altjóða leisti. Bara peningainntøkur eru við í hesum máti og ikki upplýsingar um onnur sosial viðurskifti, útreiðslur, skuld og kor annars. Hóast hetta avmarkar, hvat vit kunnu leggja í hugtakið, er tó eingin ivi um, at teir borgarar, sum eru í fátækraváða, eisini eru tey, sum mest sannlíkt eru ringast fyri í landinum, tá ið talan er um lívsins uppihald.

Markið fyri, nær ein er í fátækraváða, er lýst sum 60% av miðinntøkuni í landinum. Miðinntøkan svarar til ta mittastu inntøkuna, sum er tann inntøkan, har helvtin av landsins borgarum liggja omanfyri og hin helvtin niðanfyri.

Tey, sum hava eina inntøku, ið er minni enn 60% av miðinntøkuni í landinum, eru sostatt í fátækraváða. Tað nýtist ikki at vera, at tey veruliga eru fátøk, men teirra inntøkugrundarlag er so veikt, at tey eru í vanda fyri at vera fátøk. Enska heitið fyri fátækraváða er tí eisini at risk of poverty.

Samanborið við onnur lond liva lutfalsliga færri fólk í Føroyum í fátækraváða. Á myndini niðanfyri verður fátækraváði í Føroyum samanborin við somu viðurskifti í okkara grannalondum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í 2009, tá hetta fyrstu ferð varð gjørt upp fyri Føroyar, var fátækraváðin minstur í Føroyum. Síðani er fátækraváðin øktur í Føroyum, men minkaður serliga í Íslandi og í fleiri av hinum londunum, og í 2012 var fátækraváðin minstur í Íslandi, meðan Føroyar vóru ájavnt við Noreg. Sum heild er fátækraváði og sosialur ójavni lægstur í Norðurlondum, samanborið við onnur lond.

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu stórur partur av kvinnum og monnum í ávísum aldursbólkum eru í fátækraváða.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Myndin skal lesast soleiðis, at av til dømis teimum monnum, ið eru 18-24 ára gamlir, liva 8% í fátækraváða, og av kvinnunum í hesum aldursbólki liva 13% í fátækraváða.

Samanumtikið eru tað tey yngstu og tey elstu, sum í størstan mun eru í fátækraváða, og fátækraváðin er sum heild munandi størri hjá kvinnum enn hjá monnum. At tey elstu eru soleiðis fyri, kemur helst av teirri einfaldu grund, at tey flestu av hesum eru farin av arbeiðsmarknaðinum og tí hava eina pensjón sum inntøku, ið er munandi lægri enn inntøkan var í teirra virkna arbeiðslívi. Kvinnurnar fara skjótari á pensjón enn menn, og í hesum aldursbólki eru eisini munandi fleiri menn enn kvinnur, ið hava aðra inntøku afturat pensjónini.

Í unga aldursbólkinum 18-24 ár er eisini stórur kynsmunur, og hesin munur kann koma av, at ungir menn fara skjótari enn kvinnur í lønandi vinnu, meðan kvinnur í hesum aldursbólki í størri mun eru undir útbúgving. At so nógv børn og ung eru í fátækraváða, kemur eitt nú av, at børn og ung uttan mun til øll onnur viðurskifti altíð eru partar av húskjum, har inntøkan hjá húskinum skal bera nógv fleiri persónar enn húski við ongum børnum.

Ein nærri lýsing av hugtøkum sum inntøkubýti og fátækraváða er á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015