• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Minni kynsmunur í deyðaorsøkum

Í myndini við deyðaorsøkum í tíðarskeiðnum 2008-10 sæst, hvussu býtið er millum deyðaorsøkir hjá kvinnum og monnum. Í fyrstu syftu sær út til at vera stórur munur millum kynini, tá ið tað snýr seg um teir báðar stóru høvuðsbólkarnar hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein.

Men av tí at tað eru umleið 2.000 fleiri menn enn kvinnur í fólkatalinum, so kann tað gera mun í hesum býtinum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Til ber at taka atlit til ójavnan í fólkatalinum í mun til kvinnur og menn við at rokna %-vísa býtið hjá kvinnum og monnum. Í talvuni yvir Deyðaorsøkir, skift á kyn og høvuðssjúkubólkar, miðal árliga 2008-10 síggjast bæði %-vísa býtið og deyðaorsøkirnar í tølum.

Nú minkar munurin millum kynini heilt nógv. At tað tó framvegis er ein lítil munur, kemur av, at kvinnur samanlagt liva longri enn menn.

At munurin í deyðaorsøkum ikki er størri enn hetta, kemst ivaleyst av, at kvinnur og menn seinastu tríati árini í stóran mun hava livað og virkað undir nøkulunda somu umstøðum, og munirnir í livihátti eru javnaðir út.

Tá hugt verður at deyðaorsøkunum í smærri útgreinaðum bólkum síggjast hinvegin størri kynsbundnir munir. Sjónskast er krabbamein í bløðruhálskertli ella prostata, sum er vanligasta krabbameinið hjá monnum. Hetta sæst í talvuni Deyðaorsøkir útgreinað, prosentbýti fyri árini 2008-10.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Deyðatíttleiki hjá kvinnum og monnum

Kvinnur hava hægri livialdur enn menn. Heilt frá yngstu aldursbólkum til teir elstu er deyðatíttleikin hjá monnum størri enn hjá kvinnum. Hetta sæst á myndini niðanfyri, ið vísir deyðatíttleikan eftir aldri og kyni, roknað fyri hvørt ár sum tal av deyðum fyri hvørji 1.000 fólk í sama aldursbólki.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Her sæst eisini, at deyðatíttleikin ikki rættiliga ger um seg, fyrr enn frá fimti ára aldri, og at hann so veksur skjótari og skjótari, jú longur komið verður upp í árini.

Men deyðatíttleikin fer skjótari at vaksa hjá monnum enn hjá kvinnum og liggur allan vegin omanfyri. At gloppið ella munurin er størstur síðst í 1970- og fyrst í 1980-árunum rímar væl við, at miðallivialdurin hjá monnum er beint niðan fyri 80 ár og hjá kvinnum tætt við 85 ár.

Á myndini síggja vit tó lítið og onki til, hvussu deyðatíttleikin er í teimum yngru árunum. Tað sæst á hagtalsmynd niðanfyri, har vit bara vísa deyðatíttleikan frá lívsbyrjan til 60 ára aldur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Nú sæst ein stórur munur á gongdini hjá monnum og kvinnum longu í ungum árum. Her liggur deyðatíttleikin hjá kvinnum lágt og javnt nógv longri enn hjá monnum og fer ikki rættiliga at veksa fyrr enn síðst í 40-árunum. Hjá monnum fer deyðatíttleikin at vaksa longu síðst í 30-árunum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Barnadeyðin

Í yngri árum er deyðatíttleikin størstur við sjálva lívsbyrjan. Hetta er eitt mynstur, sum gongur aftur í øllum londum. Her er talan um sokallaða smábarnadeyðan (upp til 1 ára aldur), ið lutvíst kemur av, at mótstøðuføri hjá pinkubørnum er veikt, men serliga kemur av øðrum orsøkum enn tær, sum vaksin og eldri doyggja av. Her er talan um álvarslig viðfødd brek og veikleikar, ov tíðliga føðing, skaðar undir føðing o.a. Fyrr var smábarnadeyðin nógv størri av smittusjúkum, lungnabruna o.ø. Stórur munur er á smábarnadeyða í londum á ávikavist lágum og høgum menningar- og vælferðarstigi.

Í hagtalsmyndini omanfyri, har deyðatíttleikin í Føroyum er lýstur frá 0 til 60 ár, sæst eisini barnadeyðin fyri børn upp til 5 ára aldur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking