• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Kvinnur liva fleiri ár longri enn menn. Í Føroyum eru tað í miðal fimm ár á muni millum livialdurin hjá kvinnum og monnum, og ein líknandi munur sæst í øllum londum í vesturheiminum.

Fyri føroyskar menn er miðal livialdurin í dag út við 80 ár, meðan kvinnurnar í miðal liva, til tær eru út við 85 ára gamlar. Sostatt kann ein drongur vænta at liva fimm ár styttri enn ein javngomul genta.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Livialdur verður oftast roknaður frá lívsbyrjan, men kann eisini roknast sum eftirverandi livialdur við t.d. 50 ella 65 ár. Fyrra talrøðin í talvuni, eins og fyrstu tveir stabbarnir í myndini, vísa miðal livialdurin frá lívsbyrjan, meðan seinna talrøðin og seinnu tveir stabbarnir vísa eftirverandi livialdur við 65 ár. T.v.s. hvussu nógv ár, ein maður ella kvinna, ið er blivin 65 ár, í miðal kann væntast at hava eftir at liva. Nú tey eru komin um nógvar váðar og vandar, sum kunnu vera í yngri árum, leggjast nøkur afturat væntaða livialdrinum.

Grundin til at sagt verður væntaður livialdur, er at roknað verður út frá teirri fyritreyt, at deyðatíttleikin fyri ymisku aldursbólkarnar frameftir fer at fylgja sama mynstrinum, sum varð staðfest í uppgerðarárinum, í hesum førinum í 2012.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Á myndini síggja vit, at tann væntaði livialdurin verið støðugt vaksandi í nógv ár, men at munurin millum livialdurin hjá kvinnum og monnum framvegis er stórur, hóast minkaður nakað.
Á myndini síggja vit, at tann væntaði livialdurin verið støðugt vaksandi í nógv ár, men at munurin millum livialdurin hjá kvinnum og monnum framvegis er stórur, hóast minkaður nakað.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hví er munur á?

Hvaðani stavar hesin munurin? Er talan um ein íbornan mun, sum er tengdur at ílegunum, ella er nútíðar-tilveran so nógv harðari fyri menn enn fyri kvinnur? Vit hava spurt Pál Weihe um, hvør frágreiðingin kann vera um munin millum kynini á livialdri. Pál Weihe er yvirlækni við serfrøði í arbeiðs- og almannaheilsu.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arbeiðslívið

© Mureldur
© Mureldur

Eingin einføld frágreiðing er um hesar munir, men talan er um eina røð av orsøkum, sigur Pál Weihe.

Søguliga hava menn livað við fleiri váðum enn kvinnur. Arbeiðslívið hjá monnum hevur havt við sær fleiri váðar, og menn hava oftari verið í støðum, sum kundu endað galið, og sum eru endaðar galið.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Dømi um, at arbeiðslívið hjá monnum søguliga hevur havt fleiri váðar við sær, eru syrgiligu vanlukkurnar á sjónum, har heilar bátsmanningar við ungum dreingjum og monnum gingu burtur.

Enn í dag hendir oftari, at menn verða raktir meint av arbeiðsvanlukkum, millum annað tí teir oftari hava strævið likamligt arbeiði enn kvinnur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Um fyrra heimsbardaga, sum var millum 1914 og 1918, doyði ein fjórðingur av føroyskum monnum av arbeiðsvanlukkum, og undir seinna heimsbardaga, 1939-1945, sjólótust nógvir menn av krígsávum.

Enn í dag er arbeiðsplássið hjá nógvum føroyskum monnum á sjónum, og hvussu vandamikið tað kann vera, ber minningardagur teirra sjólætnu á hvørjum ári boð um.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Livivanar

Søguliga hava menn drukkið og roykt meira enn kvinnur og sostatt í størri mun kent møgulig skaðilig árin av rúsdrekka og tubakki. Men í dag er ikki stórvegis kyns-grundaður munur á rúsdrekka- og tubbaksnýtslu og tískil heldur ikki stórvegis munur á skaðiligum árinum. Kortini eru hesi viðurskifti møguliga ein partur av orsøkini til, at kvinnur liva longri enn menn, sigur Pál Weihe.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arvaeginleikarnir

Ein annar partur av frágreiðingini um munin á livialdri er at finna í ymisku arvaeginleikunum hjá monnum og kvinnum. Og tað er ikki andsøgn millum tær ymsu orsøkirnar, sigur Pál Weihe.

Tað íborna hevur størri týdning, enn vit higartil hava gjørt okkum far um. Nú skuldu munir á livihátti og á arbeiðsumstøðum næstan verið horvnir, tí at okkara lívsstílur millum kynini er ikki so ymiskur longur.

Tað kann hugsast, at kvinnur upprunaliga hava verið betur lagaðar eftir einum likamliga friðarligum lívi, meðan menn eru skaptir til at tuska og til at brúka kroppin. Hervið eru kvinnur betur fyri at tola ein livihátt, sum ikki er likamsvirkin. Í dag er ikki longur neyðugt at brúka kroppin stórvegis fyri at lívbjarga sær, og tí eru menn á okkara døgum verri fyri enn kvinnur, tá ið talan er um ílegur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Munur á atburði

Mannligi stoltleikin kann vera hættisligur. Í mun til heilsuna eru menn tigandi og siga seg vera frískar. Teir skulu dragast til lækna, og tá kann tað vera ov seint. Hinvegin duga kvinnur betur at fara til lækna og fáa ta neyðugu viðgerðina, so tær gerast frískar

Hvat ber so til at gera fyri at minka um munin? Eitt arbeiði kann gerast fyri at fáa menn at fara til lækna. Menn um miðjan aldur ganga ofta við byrjandi sjúkum, so sum ov høgum blóðtrýsti og sukursjúku. Hesar sjúkur kunnu lættliga basast, um teir fara til lækna, sigur Pál Weihe.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Livialdur í Norðurlondum

Stórur munur kann vera á livialdri í ymiskum londum, millum fátøk og rík lond, millum lond við góðum felags vælferðarskipanum og lond, har alt er latið upp til einstaklingin. Munurin í livihátti kann eisini skapa stórar munir í livialdri millum lond við nøkulunda somu vælferðarskipanum. Hetta sæst m.a. um vit samanbera Norðurlond, sí mynd niðanfyri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Her liggja Føroyar ovarliga, føroyskar kvinnur enntá ovast. Hinvegin sæst at Grønland smokkar niður ímillum. Tá má hugsast um stórar munir í livihátti, og at deyðaelvandi vanlukkur koma oftari fyri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015