• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Nógv ung taka útbúgving í Føroyum. Og bæði dreingir og gentur eru undir útbúgving, tó at tølini eru ymisk; bæði á miðnámsútbúgvingum og á hægri útbúgvingum eru væl fleiri gentur enn dreingir. Eisini er stórur munur á, hvørjar framhaldsútbúgvingar gentur og dreingir velja; nakrir heilt fáir dreingir hava valt at gerast sjúkrarøktarfrøðingar, og tað eru ikki nógvar gentur, sum velja at fara á Vinnuháskúlan fyri at gerast skipsførarar ella maskinmeistarar.

Teksturin um útbúgving og javnstøðu byggir á samrøður við Eriku Hayfield, ph.d. og granskara á Fróðskaparsetri Føroya, og Lív Patursson, samfelagsfrøðing við sergrein í kyni. Eisini hava vit hitt nevndina í Lærarafelagnum, har limirnir eru Herálvur Jacobsen, formaður, Jónleif Johannesen, Maria V. Hansen, Jákup av Skarði og Andrea á Rípuni.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Skúlatroyttir dreingir

Í nevndini í Lærarafelagnum eru tey samd um, at dreingir í størri mun enn gentur gerast skúlatroyttir, serliga tá ið teir koma í framhaldsdeildina. Sum heild halda tey, at okkara fólkaskúli riggar betur til gentur enn til dreingir. Ein møgulig orsøk er, at ov fá tilboð eru um handaligar lærugreinir, meðan størsti parturin av virkseminum er at sita við eini bók og loysa skrivligar uppgávur. Fyri dreingirnar er eingin meining í at loysa hesar uppgávurnar, og teir kýta seg ikki á sama hátt sum genturnar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arbeiði og kapping

Í serundirvísingini er yvirvág av dreingjum, og teir standa seg sum heild verri í fólkaskúlanum enn genturnar. Eitt, sum eyðkennir dreingir er, at teir skulu síggja eina ítøkiliga og stuttskygda meining við eini uppgávu, fyri at teir skulu tíma at loysa hana. Sum heild hava teir lyndi til at velja tær lættaru loysnirnar. Um næmingarnir skulu kappast í sambandi við, at tey loysa uppgávuna, eru dreingirnir beinan vegin meira motiveraðir.

Dreingirnir velja ofta arbeiðið fram um útbúgvingina. Teir hava nógvar menn, sum teir kunnu identifisera seg við, og hetta eru menn, sum hava fína inntøku uttan at hava útbúgving. Í mun til lesifakini hava dreingir ikki ta somu motivatiónina sum gentur. Teir hava verri við at avrika í lesi-lærugreinunum, sum hinvegin eru neyðugar, um næmingurin skal undir hægri útbúgving seinni.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Klókt er kul

Nevndarlimirnir í Lærarafelagnum hava ikki nakað beinleiðis boð um, hvussu hendan støðan kann broytast. Ein møguleiki er at fáa tann hugburðin fram millum skúlabørnini, at tey, sum eru klók, eru kul, siga nevndarlimirnir í Lærarafelagnum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Væl kent rák í vesturheiminum

Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestrarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.

Kelda: studni.fo, febr. 2013

Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestrarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.

Kelda: studni.fo, febr. 2013
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í øllum londum í vesturheiminum sæst ein munur á avrikunum innan útbúgving hjá gentum og dreingjum. Hesin munurin er skjalfestur eini 30 ár aftur í tíðina, so støðan er ikki nýggj. Færri dreingir fara í holt við framhaldandi útbúgving, og fleiri dreingir detta burturúr útbúgvingarskipanini, sigur Lív Patursson.

At fleiri gentur enn dreingir útbúgva seg hava vit sæð í nógvum londum í longri tíð nú. Eisini í Føroyum síggja vit, at fleiri kvinnur enn menn taka hægri útbúgving, bæði heima og uttanlands. Tøl frá Studna vísa, at av teimum, sum fáa stuðul og ferðastuðul til útbúgvingarørindi uttanlands, eru 52 prosent kvinnur og 48 prosent menn, sigur Erika Hayfield.

Her er eisini vert at hava í huga, at tað eru uml. 2.000 fleiri mannfólk enn konufólk í Føroyum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
© Mureldur
© Mureldur
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Eingin eintýdd frágreiðing

Spurningurin um hendan munin á gentum og dreingjum í mun til útbúgving hevur verið umrøddur í nógv ár, men har finst eingin eintýdd frágreiðing. Tó ber til at gera sær nakrar tankar um møguligar orsøkir, sigur Erika Hayfield.

  • Er útbúgvingarskipanin betur hóskandi til mátan, kvinnur og ungar gentur læra?
  • Er útbúgvingarskipanin óhóskandi fyri mannfólk?
  • Halda kvinnur, at tær eru noyddar til at hava eina útbúgving fyri at kunna avrika nóg nógv á yrkisleiðini?
  • Setir samfelagið størri krøv til gentur enn til dreingir?
  • Vænta vit minni av dreingjunum enn av gentunum?
  • Er lættari hjá monnum at finna væl lønt størv uttan útbúgving?

Gransking bendir á, at dreingir sum heild leggja størri dent á at vinna pening enn gentur. Útlitini fyri at vinna pening eru týdningarmikil táttur hjá dreingjum, tá ið teir hugsa um framtíðina, meðan gentur í størri mun hugsa um familju og útbúgving í teirra ætlanum um framtíðina, greiðir Erika Hayfield frá.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Læring og evni

Sambært Lív Patursson er tað, at dreingir standa seg verri enn gentur í skúlanum, og at lutfalsliga færri dreingir enn gentur velja framhaldandi útbúgving frá, eitt tekin um, at okkurt er galið við tí didaktiska, ella við mátanum at læra. Tað er sambært Lív torført at peika á eina einstaka orsøk, men hon vísir til eina mynd, sum ofta verður brúkt til at lýsa tað órímiliga í, at undirvísingarskipanin setir somu krøv til øll børnini, hóast hesi eru ymisk.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Er hetta okkara undirvisingarskipan?

Everybody is a genius. But if you judge a fish by its ability to climb a tree, it will live its whole life believing that it is stupid.

Albert Einstein

Er hetta okkara undirvisingarskipan?

Everybody is a genius. But if you judge a fish by its ability to climb a tree, it will live its whole life believing that it is stupid.

Albert Einstein

Lív Patursson førir fram, at skúlin skal vera eitt stað fyri børnini at vaksa sum einstaklingar, og eitt stað, har børnini skulu kunna menna allar síðurnar av teirra persónligheit. Kanningar úr øðrum londum vísa, at vit gera mun á gentum og dreingjum, og hesin munurin er millum annað sjónligur í mátanum, sum vit uppala og eggja børnunum og í, hvussu vit uppala, kveikja og stimbra børnini. Hetta endurspeglar, hvussu vit halda, at samfelagið skal vera, og hvussu samfelagið er, og tí hevur tað týdning, at vit eru tilvitað um kyn og um kynsleiklutir, sigur Lív Patursson.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Avleiðingarnar av kynsuppbýttu útbúgvingarskipanini

Sum áður nevnt er tað einki nýtt, at munur er á, hvussu gentur og dreingir velja útbúgving. Og spurningurin er, um hetta hevur nakran stórvegis týdning í teirri stóru myndini. Ja, tað hevur, halda bæði Lív Patursson og Erika Hayfield.

Við at avmarka útboðið av hugsandi valmøguleikum, avmarka vit eisini møguleikarnar hjá einstaka menniskjanum og harvið samfelagnum. Eitt avmarkað val kann vera undirskilt og ikki altíð so týðiligt. Hetta merkir, at tú umvegis sosialiseringina lærir, at ávís val ikki eru hóskandi í mun til tað normala mynstrið. Á henda hátt verður tín fatan av veruligum valmøguleikum avmarkað til tað, sum hóskar til galdandi kynsfatan. Avleiðingin er, at arbeiðsmarknaðurin framhaldandi verður kynsuppbýttur, og at kynsmentanin og kynsleiklutirnir verða endurskaptir ella reproduseraðir, sigur Erika Hayfield.

Hetta hevur so aftur stóra ávirkan á, hvør tekur sær av uppalingini og av umsorganini, hvør vinnur peningin, og hvør tekur tær stóru yvirskipaðu avgerðirnar á samfelagsstigi og á arbeiðsmarknaðinum. Vit endurskapa status quo ella tað verandi, sigur Erika Hayfield.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Týðiligir kynsleiklutir

Í smáum samfeløgum eru kynsleiklutirnir ofta týðiligari enn í størri samfeløgum. Stórbýarlívið hevur við sær fleiri møguleikar fyri at folda seg út, størri fjølbroytni og fleiri valmøguleikar yvirhøvur. Og gransking vísir, at kvinnur síggja færri møguleikar í teimum smáu samfeløgunum við siðbundnum kynsleiklutum. Tí er tað ein samfelagsskylda at skapa karmarnar á ein hátt, so at fólk fáa loyvi at menna seg, sum tey vilja. Sjálvsagt hvørki kunnu ella skulu vit ráða fyri, hvørja útbúgving hvørt einstakt ungfólk skal taka, men vit kunnu gera karmarnar so góðar sum gjørligt fyri, at øll hava eitt frítt val. Fjølbroytni er ein grundtreyt fyri, at eitt og hvørt samfelag kann blóma, og tí eiga vit at royna at loysa upp fyri teimum týðiligu kynsleiklutunum, so at øll sløg av fólki síggja ein møguleika fyri og eina orsøk til at búgva her. Aðrastaðni er hugsanin um javnstøðu ein partur av arbeiðinum at menna vælferð, trivnað og vøkstur, og soleiðis verður tað eisini í størri mun her í Føroyum, sigur Lív Patursson.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Upptøkuroyndin

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015