• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Inntøkur kunnu vera av ymiskum slag. Hjá nógv teimum flestu koma tær frá arbeiði, meðan onnur hava inntøkur sum pensjónir og sum stuðul av ymiskum slag.

Inntøkurnar eru okkara grundarlag fyri lívsins uppihaldi og persónligu nýtslumøguleikum, men eisini grundarlag fyri vælferðarsamfelagnum. Hetta seinna bera vit okkara part til við tí skatti og teimum avgjøldum, ið verða latin av okkara løn og inntøkum annars.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Høvuðsinntøkukeldur til lívsins uppihald

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í hagtalsmyndini omanfyri eru inntøku- og uppihaldskeldurnar flokkaðar í 8 høvuðskeldur. Myndin vísir, hvussu býtið er á inntøkukeldum hjá kvinnum og monnum. Ikki óvæntað er lønarinntøka høvuðskeldan hjá nógv teimum flestu, nevniliga útivið 60%.

Eisini vísir myndin, at hjá 20% - ella fimtahvørjum persóni - er pensjón høvuðsálitið. Av hesum fær størsti parturin (18%) fólka- og fyritíðarpensjón, meðan ein lítil partur (2%) fær pensjón frá øðrum almennum og privatum skipanum.

Ein ávísur munur er millum kvinnur og menn viðvíkjandi uppihaldskeldu: Lønarinntøka er høvuðsálitið hjá nakað fleiri monnum enn kvinnum. Her skal nevnast, at barnsburðartrygging bara fevnir um kvinnur, og harafturat eru fleiri kvinnur enn menn uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Tað sæst m.a. aftur í, at hjá nøkrum kvinnum er inntøkan hjá hjúnarfelaga ella samlivara ein høvuðsuppihaldskelda.

Hjá eitt sindur fleiri kvinnum enn monnum er almannapensjón høvuðsinntøkukeldan. Her eiga vit at hava í huga, at kvinnur liva longri enn menn, og at fleiri kvinnur enn menn eru í aldursbólkunum frá 67 árum og eldri.

Aðrir munir av týdningi eru m.a., at væl fleiri menn enn kvinnur hava inntøku av egnum virki o.l. sum høvuðskeldu.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Inntøkubýti – inntøkujavni

Inntøkurnar siga ikki bara nakað um teir møguleikar, vit hava sum menniskju og sum borgarar, men inntøkubýtið sigur eisini, hvussu javnt er býtt millum fólk í mun til kyn og til sosialar bólkar.

Havast skal eisini í huga, at inntøkumunur eisini kunnu koma av, hvat tilknýtið vit hava til arbeiðsmarknaðin. Tað er munur á at arbeiða fulla tíð og niðursetta tíð, og vit kunnu gerast arbeiðsleys ella óarbeiðsfør av sjúku ella skerdum førleika.

Harumframt broytast inntøkuviðurskiftini gjøgnum lívið. Ungfólk, sum eru í læru ella ganga í skúla, hava vanliga ikki høga inntøku, meðan inntøkan veksur, tá ið vit fáa arbeiði, og hægri løn, tí at starvsaldurin hækkar. Síðani kann inntøkan lækka aftur móti ellisárum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Myndin omanfyri vísir miðinntøkur hjá 40 ára gomlum kvinnum og monnum. Miðinntøkan er tann mittasta inntøkan hjá tí einstaka aldursbólkinum og skal skiljast soleiðis, sum í hesum dømi: tað eru 353 menn, ið eru 40 ára gamlir. Miðinntøkan er inntøkan hjá tí persóninum, sum liggur í miðjuni av hesum 353, tvs. at 176 hava inntøku, sum er omanfyri og 176 hava inntøku, sum er niðanfyri.

Myndin omanfyri vísir miðinntøkuna hjá kvinnum og monnum, ið eru 40 ár, áðrenn og eftir skatt. Hesin aldur er gott samanberingargrundarlag, tí umleið helvtin av øllum føroyingum eru yngri enn 40 ár - og sjálvsagt hin helvtin eldri enn 40 ár.

Inntøkumunurin millum kynini er sjónligur, og vit síggja, at inntøkan hjá kvinnum áðrenn skatt er minni enn inntøkan hjá monnum aftaná skatt.

Á næstu hagtalsmyndini hyggja vit at inntøkunum hjá monnum og kvinnum í fleiri ávísum aldursbólkum:

  • um 20 ára aldur, meðan tey flestu eru undir útbúgving,
  • um 30 ára aldur, tá nógv eru lutfalsliga nýggj á arbeiðsmarknaðinum,
  • um 40 og 50 ára aldur, tá tey eru komin í og upp um miðjan aldur og eru best fyri í mun til inntøku,
  • um 60 ára aldur, tá tey eru komin í eldra partin av arbeiðslívinum, og
  • um 70 ára aldur, tá tey eru komin í pensjónsaldur og aloftast givin á arbeiðsmarknaðinum.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Omanfyri er miðinntøkan eftir skatt. Um 20 ára aldur er inntøkan enn ikki so høg. Hjá bæði kvinnum og monnum skulu vit upp á 40 og 50 ára aldur, tá inntøkan er hægst. Um 60 ára aldur er inntøkan aftur nakað lægri, áleið sum um 30 ára aldur. Um 70 ára aldur er hon aftur lægri, tí nú er inntøkukeldan ikki arbeiðsinntøka men pensjón, har fólkapensjón og samhaldsfasti gera størsta munin.

Stórur munur er millum kynini í miðinntøku – og munurin er størstur, tá inntøkan er hægst, sum tað sæst á myndini omanfyri. Hetta sæst uppaftur týðiligari á myndini niðanfyri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Myndin vísir, hvussu stór kvinnuinntøkan er í % av mansinntøkuni. Í øllum aldursbólkum er hon væl lægri enn hjá monnum, og størsti munurin er um 40 og 50 ára aldur. Her er kvinnuinntøkan umleið tveir triðingar av mansinntøkuni – undan skatti 62-65% av mansinntøkuni, og eftir skatt 67-68 % av mansinntøkuni.

Her sæst eisini, at munurin er eitt vet minni eftir skatt enn undan skatti. Hetta kemur av skattastiganum, sum hevur eina útjavnandi ávirkan á inntøkumunirnar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking