• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Konufólkaarbeiði
© Mureldur
Konufólkaarbeiði
© Mureldur
Mannfólkaarbeiði
© Mureldur
Mannfólkaarbeiði
© Mureldur
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í Føroyum eru knappliga 24.000 løntakarar í aldrinum frá 16 til 74 ár á arbeiðsmarknaðinum. Býtið millum kvinnur (49%) og menn (51%) er rættiliga javnt. Samanbera vit við, hvussu støðan var í 1990, var býtið munandi skeivari tá.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samanlagt vóru umleið eins nógvir løntakarar í 1990 sum í 2013. Men býtið millum kynini er nógv broytt. Frá 1990 til 2013 minkaði talið av mannligum løntakarum við umleið 1200. Men samstundis vaks talið av kvinnuligum løntakarum við júst 1000. Broytingin sæst á myndini omanfyri, har stabbarnir vinstrumegin eru fyri 1990 og høgrumegin fyri 2013.

Samstundis sum býtið er nógv broytt millum kynini, er tað eisini nógv broytt millum aldursbólkarnar: tað eru nógv færri ungir og nógv fleiri eldri løntakarar. Størsta orsøkin til hetta er tann álvarsliga kreppan í fyrru helvt av 1990-árunum, tá ungfólk í hópatali fluttu av landinum, og tey flestu komu ikki heimaftur. Hetta hevði við sær ein stóran skeivleika í aldurssamansetingini í fólkinum, har ein avleiðing var stór minking í burðartalinum (tí tað vóru færri ungar kvinnur), og tí aftur minkandi uppveksandi ættarlið av ungum fólkum. Broytingin er sera sjónlig í diagramminum niðanfyri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Frá tilfeingis- og framleiðsluvinnum til tænastuvinnur

Umframt stóru broytingarnar í kynsbýtinum og í aldursbýtinum, eru eisini stórar broytingar hendar í býtinum millum tær vinnugreinar, har fólk arbeiða.

Høvuðsvinnurnar kunnu býtast upp í

  • tilfeingisvinnur (fiski- og alivinna)
  • framleiðsluvinnur (fiskaídnaður, bygging og ídnaður annars)
  • privatar tænastur (handil, flutningur, gisting, matstovur, fíggjar- o.a. vinnuligar tænastur o.a.)
  • almennar tænastur (heilsu- og almannaverk, undirvísing, kommunur og landsfyrisiting)
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í 1990 eru teir tríggir vinnubólkarnir, almennar tænastur, privatar tænastur og framleiðsluvinnur umleið eins stórir við 6-7 túsund løntakarum í hvørjum, meðan umleið 3½ túsund løntakarar arbeiða í tilfeingisvinnum.

Í 2013 er vent í holuni. Nú eru 2.000 komin afturat í almennum tænastum, eini 800 í privatum tænastum - men 2.200 færri eru í framleiðsluvinnum og umleið 1.000 færri í tilfeingisvinnum. Við øðrum orðum arbeiða 2.800 fólk afturat í tænastuvinnum og 3.200 færri fólk í tilfeingis- og framleiðsluvinnum.

Hesar stóru broytingar, sum eru farnar fram á arbeiðsmarknaðinum hetta tíðarskeiðið, hava verið ymiskar fyri kvinnur og menn (sí myndina niðanfyri):

  • Hjá monnum er ongin broyting í almennum tænastum. Nakrir fleiri eru komnir í privatar tænastur, men stórar minkingar hava verið í teim siðbundu mannfólkavinnunum: tilfeingis- og framleiðsluvinnum.
  • Hjá kvinnum er tvær stórar broytingar hendar: stórur vøkstur er á kvinnum í almennum tænastum, meðan stór minking er á kvinnum, sum arbeiða í framleiðsluvinnum, til dømis fiskavirkjum.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arbeiðsmarknaðurin sundurbýttur eftir kyni

Flestu kvinnurnar starvast í heilsu- og almannaverki, kommunum - m.a. dagstovnaøkið -, handilsvinnu og undirvísing.
© Mureldur
Flestu kvinnurnar starvast í heilsu- og almannaverki, kommunum - m.a. dagstovnaøkið -, handilsvinnu og undirvísing.
© Mureldur

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er í stóran mun býttur upp eftir kyni, soleiðis at í summum vinnugreinum eru nógv mest menn í starvi, meðan tað í øðrum vinnugreinum arbeiða nógv fleiri kvinnur.

Flestu kvinnurnar starvast í heilsu- og almannaverki, kommunum - m.a. dagstovnaøki -, handilsvinnu og undirvísing. Í hesum 4 vinnugreinum eru tveir triðingar av øllum kvinnuligum løntakarum. Menn eru nakað meira spjaddir á fleiri vinnugreinar, hóast har eisini eru nakrar serligar mannfólkavinnur. Til dømis er fiskiskapur - enn - tann vinnan, har flestu menn arbeiða, eitt lítið vet fleiri enn í byggivinnuni.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í flest øllum vinnugreinum eru sera ójavnt kynsbýti. Skeivast av øllum eru fiskiskapur mannfólkamegin og heilsu- og almennaverk kvinnumegin. Men eisini í flutningsvinnu, fíggjarvinnu og enntá í gistihús- og matstovuvinnu. Bara nakrar fáar vinnur hava eitt nøkulunda javnt býti millum kvinnur og menn, so sum handilsvinna, fiskiídnaður, landsfyrisiting og undirvísing.

Skeiva kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum er sera sjónskt í myndini niðanfyri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Arbeiðsloysi oftari hjá kvinnum

Við tí at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum fylgir eisini vandin fyri at gerast arbeiðsleys/ur. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið í % fyri kvinnur og menn árliga 2003-2014. Her sæst sjónliga, at arbeiðsloysið hjá kvinnum regluliga liggur væl oman fyri arbeiðsloysið hjá monnum. Eitt undantak er tó í 2009-2010, tá fíggjarkreppan førir til stóran vøkstur í arbeiðsloysinum, og rakar meint í fiskivinnu og byggivinnu, har serliga nógvir menn eru í vinnu. Merkisverd er eisini gongdin við minkandi arbeiðsloysinum síðani 2011, har tað minkar meira hjá monnum enn hjá kvinnum, so munurin verður stórur og vaksandi.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Verður hugt at, hvussu arbeiðsloysið er býtt á aldur og kyn, vísir myndin niðanfyri støðuna á heysti 2014. Her er sera stórur munur millum kvinnur og menn í øllum aldursbólkum – út við tríggjar ferðir so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum, uttan í tí elsta aldursbólkinum 55-66 ár, har munurin er minstur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015