• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í flestøllum londum í vesturheiminum er demografiska avbjóðingin eitt høvuðsmál í samfelagsmenningini:minkandi barnatalið hevur við sær eina viknandi tilgongd til arbeiðsmarknaðin, samstundis sum økti livialdurin ger, at bólkurin av eldri fólki er vaksandi.

Hetta er úrslit av eini gongd við fallandi føðitíttleika, sum gongur aftur til 1960-árini. Aftanfyri hesa gongd vóru øðrumegin broytingar í familjumynstrinum og samfelagsliga leiklutinum hjá kvinnum. Miðskeiðis í 1960-árunum komu nýggir og munagóðir møguleikar fyri fyribyrging og planlegging, og kvinnurnar kundu nú sjálvar gera av, hvussu nógv børn tær vildu hava. Harumframt gjørdust kvinnur virknari á arbeiðsmarknaðinum og vunnu størri sjálvræði, eisini fíggjarliga.

Flestu staðni er føðitíttleikin nú blivin so lágur, at hann liggur millum 1,5 og 1,8 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta talið er ov lágt til at halda tørn í fólkatalinum – og enn týdningarmiklari: til at halda javnvág í samansetingini av aldursbólkum. Fyri at javnvág skal vera millum eldri og yngri ættarlið í einum samfelag, skal føðitíttleikin í minsta lagi verða oman fyri 2,0, tí umleið helvtin eru gentubørn og í miðal skal sostatt eitt gentubarn koma fyri hvørja kvinnu.

Føroyar eru tó eitt undantak frá hesi almennu gongdini, tí fallið í føðitíttleikanum hjá føroyskum kvinnum steðgaði á seinast í 1980-árunum og hevur síðani ligið um 2,5. Við hesum hava Føroyar bestu barnsburðarevni av øllum londum í Evropa.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu broytingin í føðitíttleikanum er farin fram tey seinastu nøkur og fjøruti árini.

  • frá 1970 til 1990 fellur føðitíttleikin úr 3,5 niður á 2,5. Hetta fallið er eitt úrslit av, at føðitíttleikin hjá ungum kvinnum upp til 25 ár minkar nógv, meðan hann er óbroyttur hjá teimum, ið eru yvir 25 ár;
  • frá 1990 til 2013 er føðitíttleikin óbroyttur, men mynstrið er broytt kortini, soleiðis at títtleikin í hesum tíðarskeiði flytir seg frá teimum yngru kvinnunum í tjúgu-ára aldrinum móti teimum í tríati-ára aldrinum.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Sum heild eiga kvinnur í Norðurlondum í miðal fleiri børn enn kvinnur í øðrum londum í Evropa. Tá hetta verður umrøtt í altjóða høpi, verður ofta víst til ein familjuvinarligan almanna- og arbeiðsmarknaðarpolitikk. Og tó liggja Norðurlondini niðan fyri 2 børn í miðal fyri hvørja kvinnu. Undantakið eru Føroyar, sum enn eins og síðstu 20-25 árini liggja ovast við umleið 2,5 børnum fyri hvørja kvinnu.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá vit á myndini niðanfyri samanbera burðarviðurskiftini í Føroyum við hini Norðurlondini sæst, at føðitíttleikin er størstur í Føroyum í øllum aldursbólkum, frá teimum yngstu til tær elstu kvinnurnar. Tað er bert í Grønlandi, at føðitíttleikin er eitt sindur hægri hjá teimum 15-19 ára gomlu, men so er hann munandi lægri í øllum aldursbólkum frá 20-árunum og uppeftir.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá vit sostatt kunnu staðfesta, at føðitíttleikin hjá føroyskum kvinnum er sera høgur og tann hægsti í Evropa, kann tað tykjast øvugt, at barnatalið kortini er minkandi. Hetta hongur saman við tí veruleika, at við ovurstóru fráflytingini av landinum undir kreppuárunum 1990-95 hendi ein ógvislig minking av ungu kvinnuættarliðunum. Hendan minkingin hevur enn ikki rættað seg uppaftur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í 1990 vóru yvir 7.100 kvinnur í aldrinum 20 til 40 ár. Nú eru tær knappliga 5.400 í tali. Sjálvandi fær tað álvarsliga ávirkan á barnatalið – og harvið á møguleikan fyri at tryggja javnvágina í fólkatalinum.

Katrin Kallsberg, yvirlækni í kvinnusjúkum, nevnir samfelagsligar broytingar sum eina orsøk til, at barnatalið er minkað. Fyrr vóru børnini tað sosiala trygdarnetið, sum tók sær av foreldrunum, tá ið hesi eldust. Í dag er tað samfelagið og ikki longur einans børnini, sum eru trygdin í aldurdóminum, og hetta hevur helst eisini ávirkað talið av børnum, sum fólk fáa sær. Men samstundis vísir Katrin Kallsberg á, at føroyskar kvinnur framvegis fáa fleiri børn, enn kvinnur í øðrum londum. Hon sigur, at ein orsøk til hetta er, at tað í samfelagnum er ein jaligur hugburður til tað at fáa børn.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking