• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fýra fólkapýramidur við støðumyndum frá 1901, 1950, 1989 og 2014

Ein fólkapýramida er eitt hagtalsligt amboð til at vísa eina lættfatiliga grafiska mynd av fólkasamansetingini eftir aldri og kyni í einum landi ella parti av einum landi. Aldursbólkarnir eru laðaðir sum tvørliggjandi stabbar hvør oman á øðrum, frá teim yngstu niðast til tey elstu ovast, mannfólk í aðrari síðuni og konufólk í hinari.

Heitið fólkapýramida kemur av, at í eini fyrimyndarstøðu eru tey yngstu ættarliðini tey størstu, og so minka ættarliðini spakuliga uppeftir, so hvørt tey verða eldri. Myndin smalkar sostatt javnt uppeftir í báðum síðum, og minnir um eina pyramidu.

Ein fólkapýramida kann vera gjørd við veruligu fólkatølunum. Oftast verður hon tó gjørd við %-tølum, so hon vísir %-vísa býtið av fólkinum eftir aldri og kyni. Tá ber til beinleiðis at samanlíkna fólkasamansetingina í Føroyum í 1901 við 2014, hóast fólkatalið nú er meir enn tað trýdupulta – ella samanbera fólkasamanseting í londum, ið eru sera ymisk til støddar, sum t.d. Føroyar við Danmark, har fólkatalið er 116 ferðir størri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Føroyar 1901: Tá høvdu vit eitt býti millum kyn og aldursbólkar, sum sæst í hesi fólkapýramidu við fyrimyndarlíknandi skapi. Hon er eitt úrslit av einum stórum áhaldandi fólkavøkstri upp gjøgnum alla 19. øld, við støðugt hækkandi føðitíttleika og fallandi deyðatíttleika. Ongin ávirkan er frá nakrari flyting millum Føroyar og útlond. Tí hevur fólkapýramidan regluligt skap við breiðum botni, sum smalkar skjótt uppeftir.

Føroyar 1950: Alla fyrru helvt av 20. øld var stórur fólkavøkstur, tann størsti nakrantíð í Føroya søgu. Frá 1901 til 1950 vaks fólkatalið úr 15.230 til 31.781, tvs. meir enn tað dupulta. Hetta sæst aftur í fólkapýramiduni, sum er vaksin javnt í breiddini uppeftir. Serliga stórur vøkstur sæst í yngsta aldursbólkinum, og kemst hetta av at føðitíttleikin var serliga stórur í krígsárunum í fyrru helvt av 1940-árunum og nøkur ár eftir tað.

Føroyar 1989: Vøksturin í fólkatalinum heldur fram seinni helvt av 20. øld, tó ikki við somu ferð. Gongdin hetta tíðarskeiðið er nógv merkt av stórum sveiggjum frá kreppu og vinnuloysi í 50-árunum við rættiliga stórari fráflyting, til endurreisn í 60-árunum. Í 1970- og 80-árunum fer stór menning fram á øllum økjum, vinnuliga, búskaparliga, og føroyska vælferðarsamfelagið verður til í hesum tíðarskeiði.

Samfelagsliga framgongdin í 1970- og 80-árunum sæst aftur í fólkapýramiduni, har bulurin nú er vælvaksin og trivaligur. Men samstundis sæst nú fyri fyrstu ferð, at tann yngsti aldursbólkurin 0-9 ár er minkaður og er enntá minni enn báðir teir eldru omanfyri. Hetta er ávirkanin av nýggju gongdini frá síðst í 1960-árunum við minkandi føðitíttleika, m.a. tí betri møguleikar eru fyri fyribyrging, kvinnur koma í nógv størri mun enn áður út á arbeiðsmarknaðin, og familjumynstur broytast.

Føroyar 2014: Føroyar vóru í svárari kreppu undir búskaparliga skrædlinum árini 1989 – 1995. Stórir partar av vinnulívinum fóru á heysin og arbeiðsloysið vaks upp í methæddir, onkur ár upp um 20%. Nógv mistu ikki bara arbeiðið men eisini hús og heim. Hetta førdi til eina sanna hópfráflyting av landinum. Hesi árini frá 1989 til 1995 er nettoflytingin av landinum heili 7.200 fólk, ungfólk, barnafamiljur og fólk í bestu árum. Burðaravlopið hesi árini bøtir nakað um hetta ógvisliga tapið, men kortini minkar fólkatalið tilsamans við 4.200 fólkum.

Eftir kreppuna vendu nøkur heimaftur, men nettotilflytingin, sum vardi árini 1996-2003 bleiv bara 2.580, samanborið við tey 7.200 sum fluttu av landinum árini frammanundan. Út við tveir triðingar av teimum, sum fóru, komu sostatt ikki heimaftur.

Um vit samanbera fólkapýramidurnar fyri 1989 og 2014 (sí omanfyri), er munurin sera sjónskur:

  • í 1989 er hon tjúkk og breið í aldursbólkunum yngri enn 40 ár, og so smalkandi uppeftir,
  • mótvegis 2014, har pýramidan er nógv tjúknað hjá teimum eldri enn 40 ár – og ógvisliga klænkað hjá teimum yngri enn 40 ár – og enntá blivin smalast júst í teim ungu aldursbólkunum, 20-29 ár, ið hava størstan týdning fyri framtíðar gongdina í fólkatalinum.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samanberandi fólkapýramidur fyri Føroyar, Danmark og Ísland 2014

Hvussu er so støðan við fólkasamansetingini í Føroyum, samanborið við støðuni hjá okkara grannum í Danmark og Íslandi? At tað er stórur munur kann síggjast á fólkapýramidunum fyri tey trý londini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Taka vit tann ovasta partin, t.e. aldursbólkarnar frá 40 árum og uppeftir, so hevur tann føroyska pýramidan tað vakrasta, tvs. javnasta skapið, minkandi javnt fyri bæði kyn. Bæði fyri Danmark og Ísland er sera ójavnt býti millum kynini, har tað eru lutfalsliga nógv fleiri menn enn kvinnur í aldursbólkunum frá 70 árum og uppeftir.

Í botninum, t.e. fyri teir yngstu aldursbólkarnar undir 20 ár, er tað serliga Danmark, ið víkir frá, við at tey yngstu eru ein minni partur av fólkatalinum har enn í Føroyum og Íslandi. Hetta kemur av, at føðitíttleikin í Danmark er nógv minni enn í Íslandi og Føroyum (sum verður greitt nærri frá í partinum um Føðitíttleika).

Týdningarmesti og størsti munurin millum londini er í teim ungu ættarliðunum millum 20 og 40 ár. Her stendur best til í Íslandi og serliga í aldursbólkinum 20-29 ár stendur illa til í Føroyum. Í høvuðsheitum kemur hetta av stóru árligu fráflytingini úr Føroyum av ungum fólki. Hetta hevur serliga stóran týdning, tí hesi ættarliðini eru avgerandi fyri at tryggja grundarlagið undir landsins framtíð: hetta eru ættarliðini, ið skipa nýggju húsarhaldini, seta børn í heim og skapa nýggja útbúgvingar- og førleikagrundarlagið fyri menningina av samfelagnum sum heild.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015