• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tað hevur alstóran týdning fyri búskap, vinnu og lívskor í einum samfelag, at so nógv sum møguligt av landsins íbúgvum, ið hava aldur og førleika til tess, eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Vit máta hetta við at rokna vinnutíttleikan.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Á myndini eru londini sett í raðfylgju eftir vinnutíttleika fyri bæði kyn tilsamans.
Á myndini eru londini sett í raðfylgju eftir vinnutíttleika fyri bæði kyn tilsamans.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Vinnutíttleikin størstur í Føroyum

Føroyar stinga seg framum – við Íslandi í hølunum – tá ið vit samanbera vinnutíttleikan hjá monnum og kvinnum í Føroyum og 33 øðrum evropeiskum londum.

Av hesum londum í Evropa er vinnutíttleikin størstur í Føroyum, bæði fyri menn og kvinnur; 86% av føroyskum monnum og 79,4% av føroyskum kvinnum eru virkin ella tøk á arbeiðsmarknaðinum. Næst Føroyum er Ísland við 82,5% hjá monnum og 77,4% hjá kvinnum. Fyri ES sum heild er vinnutíttleikin 70% hjá monnum og 58% hjá kvinnum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Minsti kynsmunur í Norðurlondum

Í øllum londunum eru menn virknari á arbeiðsmarknaðinum enn kvinnur. Men á myndini sæst, at munurin millum kynini í vinnutíttleika er nógv minstur í Norðurlondum, tað vil siga í Føroyum, Íslandi, Svøríki, Noregi, Danmark og í Finnlandi.

Munurin millum kvinnur og menn á arbeiðsmarknaðinum er munandi størri í mið- og suðurevropeisku londunum. Ein høvuðsorsøk til hetta er at finna í samfelagsbygnaðinum; í norðurlendska vælferðarsamfelagnum er samfelagsbygnaðurin meira merktur av javnstøðu millum kynini, bæði í arbeiðsmarknaðar- og familjupolitiskum skipanum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Virkin á arbeiðsmarknaðinum langt upp í árini

Ein av orsøkunum til, at Føroyar og Ísland liggja so langt omanfyri ES-londini í vinnutíttleika er, at her eru bæði menn og kvinnur virknari á arbeiðsmarknaðinum, tá ið tey koma uppí árini. Her hevur tað eisini nógv at siga, at pensjónsaldurin júst í Føroyum og Íslandi er tann hægsti í Evropa.

Hetta er sera sjónligt, tá ið vit gera vinnutíttleikan upp eftir aldursbólkum, sum myndirnar niðanfyri vísa.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Her samanbera vit Føroyar við Ísland, Danmark og ES-londini í miðal. Í øllum aldursbólkum liggja Føroyar væl omanfyri Danmark og miðaltalið fyri ES-londini. Tað er bert Ísland, sum líkist Føroyum nakað. Serliga er vert at leggja til merkis, at bæði hjá teimum yngstu, men serstakliga hjá teimum eldru frá 60 árum og uppeftir, eru tey munandi virknari á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum og Íslandi enn í ES-londunum. Í so máta kann tí eisini sigast, at tað eru betri og rúmligari samfelagsligir karmar fyri, at flest møgulig kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum í okkara londum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Serliga nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð í Føroyum

Tað er sermerkt fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, at nógv – serliga kvinnur – arbeiða niðursetta tíð ella parttíð. Parttíð er eftir altjóða máti lýst sum arbeiðsvika, ið er styttri enn 35 tímar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Av øllum kvinnum á arbeiðsmarknaðinum arbeiða fleiri enn helvtin, 52,4%, niðursetta tíð, samanborið við 13,5 hjá monnum. Tað eru serliga tey yngru og tey eldru, ið arbeiða parttíð, so sum sæst á myndini omanfyri.

Samanborið við onnur lond í Evropa eru Føroyar í ovra endanum. Hjá kvinnum er tað bara í Sveis og Niðurlondum, at parttíðararbeiðið er størri. Og hjá monnum er tað bara í Niðurlondum, at fleiri arbeiða parttíð.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

"Kvinna" skrivar um at arbeiða niðursetta tíð

Tað kunnu verða nógvar orsøkir til, at serliga so nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð í Føroyum. Hetta verður viðgjørt sum eitt høvuðsevni í blaðnum Kvinna, nr. 5, 2012. Tølini, ið verða nevnd, eru frá 2010, tá ið parttíðararbeiðið var hægri, enn tað var í seinastu kanningini frá 2013. Blaðið skrivar um møguligar orsøkir til og avleiðingar av at arbeiða niðursetta tíð. Niðanfyri verða brot úr Kvinnu nr. 5, 2012, endurgivin.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Maðurin sum parttíðar heimagangandi?

Fyri kvinnur í niðursettum starvi eru fíggjarligu avleiðingarnar lægri lívsinntøka og harvið lægri pensjón, sum í stóran mun er ávirkað av starvsaldri og av tíð á arbeiðsmarknaðinum. Hetta hugsa kvinnurnar helst ikki um í nóg stóran mun, meðan børnini eru smá. Hinvegin er heldur ikki so lætt at koma burtur úr hesi ringrásini, tí starvsaldurin hjá manninum stendur jú ikki í stað, meðan kvinnurnar eru heima ella arbeiða niðursetta tíð. Tá gerst tað ein fíggjarligur spurningur, tí maðurin við tí longra starvsaldrinum hevur sjálvsagt hægri inntøku enn konan, og av tí at nógv húsarhald eru hart fyrispent fíggjarliga, strekkir inntøkan kanska ikki til, og tá er tað lítið sannlíkt, at hann tekur sítt tørn sum parttíðar heimagangandi.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

"Raðfestingar, fordómar og gamaldags arbeiðsbýti"

Raðfestingar, fordómar og gamaldags arbeiðsbýti eru millum orsøkirnar til, at tað í Føroyum eru kvinnurnar, sum í størstan mun arbeiða niðursetta tíð. Men broytingar eru helst á veg, tó at tað tekur tíð at fáa aðrar siðvenjur,

sigur Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðingur, við Kvinnu. Hon útgreinar:

Annbjørg vísir á tað gamaldags mynstrið sum eina orsøk til, at tað kann vera tungt fyri kvinnurnar at røkja eitt fulltíðarstarv. Tí tá hon eisini hevur ábyrgdina av øllum við hús, gerst tað sjálvsagt tyngri at fáa alt at ganga upp. Tað tekur langa tíð at broyta siðvenju, og kvinnur høvdu jú alla ábyrgdina við hús, áðrenn tær komu á arbeiðsmarknaðin, og nú er so arbeiðið komið aftrat. Men samstundis heldur hon, at stórar broytingar eru ígongd.

Eg haldi, at virðingin fyri húsarhaldsarbeiði kanska er hækkað, eftir at tað inni í einstøku heimunum hava verið nøkur stríð um órudd, klædnavask, matgerð og tílíkt, sum ein fylgja av, at bæði kvinnur og menn eru á arbeiðsmarknaðinum. Menninir hava skilt, at hesi tingini ikki henda av sær sjálvum; og nógv pør hava nú funnið eina skipan, har tey býta uppgávurnar sínámillum, men har tað oftast er kvinnan, sum tekur tað størra takið, og sum ofta arbeiðir minni á arbeiðsmarknaðinum, so at hon kann syrgja fyri, at heimið koyrir, sum tað skal. Vit duga kanska heldur ikki nóg væl at motivera menninar til at taka sín part av heimaarbeiðinum; teir skulu helst hjálpa til, men tingini skulu gerast uppá okkara máta,

viðmerkir Annbjørg um heimliga stríðið.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

"Leivd frá farnari tíð"

Tað avmarkaða tilknýtið til arbeiðsmarknaðin hjá kvinnum er ein leivd frá farnari tíð,

sigur Heri á Rógvi.

Kvinnurnar frásiga sær ein stóran part av teirra lívsinntøku, og hetta minkar í stóran mun teirra møguleikar í einum samfelag, ið er so dýrt sum okkara. Um tær arbeiða niðursetta tíð, hava tær ongan møguleika at klára seg sjálvar. So er tað antin makin ella familjan, sum tekur um endan. Spurningurin er so, um kvinnurnar eru tilvitaðar um tað fíggjarliga frávalið, tær gera,

sigur Heri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

"Val ella tvingsil"

Sonja Jógvansdóttir er samskipari hjá Samtaki, sum umboðar 5 fakfeløg. Hon setir spurningin, um talan er um val ella tvingsil, tá ið oman fyri 60% av kvinnunum í Føroyum arbeiða niðursetta tíð. Um talan av sonnum er um eitt val, ber ikki til at vera neilig, tí tað er jú ynskiligt, at fólk hava møguleika at skipa seg soleiðis, sum tey ynskja. Men Sonja er sannførd um, at fyri summar er niðursetta tíðin ikki nøkur dreymastøða.

Onkrar av okkara limum kundu hugsa sær at arbeitt meira, men har eru ikki fleiri arbeiðstímar. Og fyri aðrar ber tað ikki til at arbeiða fulla tíð, tí upplatingartíðirnar á stovnunum ikki passa til teirra arbeiði, ella tí menninir eru til skips. So tað er eisini neyðugt at hyggja at, hvussu samfelagið er innrættað bygnaðarliga, so at tað ber til at arbeiða fulla tíð hjá teimum, sum ynskja hetta,

sigur Sonja, sum eisini sigur, at menniskjan livir ikki av breyði eina, og at stundir eisini mugu vera til familjuna, til vertskap og til at hava egin áhugamál.

Tað er tó greitt, at nakrir karmar kunnu gerast, sum minka um lønargjónna millum kvinnur og menn. Kanningar aðrastaðni vísa, at hesir munir gerast sera sjónligir, tá ið børnini koma,

sigur Sonja Jógvansdóttir.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Keldur

Kelda Føroyar: Hagstovan, arbeiðsmarknaðarkanningin nov. 2013

Kelda ES: Eurostat: Activity rates by sex, age and nationality (%) [lfsq_argan], 4. ársfj. 2013

Kelda ES: Eurostat: Part-time employment as percentage of the total employment, by sex, age and nationality (%) [lfsa_eppgan]

Kvinna nr. 5, 2012

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015