• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fyri alt landið er ein lítil yvirvág av mannfólki, svarandi til 93 kvinnur fyri hvørjar 100 menn. Hetta býtið er tó sera ójavnt millum sýslurnar. Javnasta býtið er í Streymoyar sýslu (97-100) og tað skeivasta í Sandoy (87-100). Merkisvert er, at næst eftir Sandoy (87 – 100) er skeivasta kynsbýtið í næst størstu sýslu, Eysturoy (88 – 100). Sí mynd.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Á næstu mynd er fólkið býtt í tvey, yngri enn og eldri enn 70 ár. Her sæst, at kynsbýtið er nógv skeivari, tá tey sum eru yvir 70 ár ikki eru tikin við.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Skeivast er kynsbýtið í sýslunum fyri tey ungu ættarliðini 20 til 39 ár. Niðri á 62 – 100 í Sandoyar Sýslu, umleið 80 – 100 í Eysturoyar, Norðoya og Suðuroyar sýslum, og frægast í Streymoyar og Vága sýslum við 88 – 100 (sí mynd niðanfyri).

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ein háttur at lýsa fólkasamansetingina í sýslunum er við fólkapýramidum. Sama er gjørt fyri útoyggjarnar. Hetta er nógvar myndir at kanna. Niðanfyri eru fólkapýramidurnar fyri sýslurnar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Niðanfyri eru fólkapýramidur fyri útoyggjarnar. Av fleiri grundum er bygnaðurin í aldurs- og kynssamanseting sera óregluligur, men mest tí fólkatalið er lítið og samansetingin tí sera viðbrekin fyri fráflytingini og minkandi barnatali.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Oyggjarnar í Føroyum eru ymiskar til støddar, men enn størri munur er teirra millum í fólkatali, frá 1 fólki til yvir 22.000. Somuleiðis eru stórur munur á, hvussu aldurs- og kynsbýti er í oyggjunum, sum sæst av myndunum niðanfyri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

105 bygdir eru í Føroyum sambært skránni hjá Hagstovu Føroya: 47 hava færri enn 100 íbúgvar, 16 hava 100 til 200 íbúgvar, 19 hava 200 til 500 íbúgvar, 15 hava 500 til 1000 íbúgvar, og 8 hava yvir 1000 íbúgvar.

Tað er sera ymiskt, sum kynsbýtið er í bygdunum. Tað er oftari so men ikki altíð, at skeivasta kynsbýtið er í teim minstu bygdunum. Grafisku myndirnar, ið vísa hetta, eru ov stórar at seta inn í tekstin, men tær síggjast og kannast nærri við at taka excel-arkið Bygdir og kyn niður.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015