• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í fólkateljingini frá 11.11.2011 sást ein stórur ójavni millum kvinnur og menn í útbúgvingarstigi. Men tá hugt verður eftir, hvussu hetta býtið er í ymiskum aldursbólkum, sæst eisini týðiliga, at ein stór broyting er á veg, sum kann endavenda verandi mynd.

Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa, hvussu útbúgvingarstigið er hjá monnum (ovara myndin) og hjá kvinnum (niðara myndin). Í yngsta aldursbólkinum sæst eingin stórvegis munur. Men í eldru aldursbólkunum frá 45-54 ár og uppeftir sæst, at menn eru í stórari yvirvág, tá ið talan er um miðhøgar og hægri útbúgvingar. Í elsta aldursbólkinum, sum fevnir um 65 ár og eldri, er enntá ein ógvisligur munur; har er parturin av monnum, sum hava miðhøga ella hægri útbúgving, tríggjar ferðir so stórur, sum parturin av kvinnum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Men hyggja vit at aldursbólkinum 25-34 ár er myndin heilt øðrvísi: har eru tað umleið 35% av kvinnunum, sum hava miðhøga og hægri útbúgving, samanborið við umleið 25% av monnum. Hetta er tekin um, at broyting er á veg, har tað verða kvinnurnar, sum í størri mun enn menn frameftir fáa tær miðhøgu og hægru útbúgvingarnar.

Hyggja vit at býtinum millum kynini á miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingarstovnunum, síggja vit enn greiðari tekin um hesa gongd.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Miðnáms- og yrkisútbúgvingar

Longu á studentaskúlum og hf-skeiðum eru munurin stórur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá ið hugt verður eftir býtinum á ymsu deildunum, eru kvinnur við yvirlutan á øllum deildum, hesi seinastu árini eisini á støddfrøðiligu deild, sum annars hevur verið eyðkend av, at fleiri dreingir enn gentur valdu hesa deildina. Myndirnar niðanfyri vísa hesa gongd.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Handilsskúlarnir hava áður havt fleiri kvinnur enn menn millum næmingarnar, men seinastu árini hevur størsta tilgongdin verið millum menn, so munurin er næstan javnaður út.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Sjálvt um Fiskivinnuskúlin ikki hevur tað stóra næmingatalið, er tað merkisvert, at eisini her eru kvinnurnar nú við yvirlutan. Annars hevur fiskivinnuøkið vanliga drigið fleiri mannfólk enn konufólk at sær.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá ið talan er um teknisku skúlarnar, síggja vit, at nógv teir flestu næmingarnir eru menn – og soleiðis er tað framvegis, hóast tilgongdin av kvinnum á teknisku útbúgvingarnar er seksfaldað seinastu árini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samstundis sum vit síggja stóran vøkstur á øllum økjum í miðnámsskúlunum, er myndin tann øvuta við lærlingatilgongdini til ávísar yrkisútbúgvingar, so sum handil, skrivstovu og handverk.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Størsti munurin millum kynini er tó í heilsurøktara- og heilshjálparaútbúgvingini, ið framvegis tykist at vera eitt kvinnuyrki burturav.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Miðhøgar og hægri útbúgvingar

Enn meir enn heilsurøktara- og heilsuhjálparaútbúgvingin er útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing ein kvinnuútbúgving burturav. Tað kemur fyri einstøk ár, at onkur maður er á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum, men hesi samanberandi árini 2000/01 og 2010/11 er onki mannfólk innskrivað sum lesandi innan sjúkrarøktarfrøði.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Øvut er við Vinnuskúlanum og Sjóvinnuskúlanum. Næmingatalið er vaksið nógv tey samanberandi árini frá 2003 til 2010. Og nú eru eisini nakrar fáar kvinnur á hesum útbúgvingum, men tað er tó bert á kokkaútbúgvingini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Eisini er stór yvirvág av kvinnum á læraraútbúgvingini og námsfrøðingaútbúgvingini, sí mynd niðanfyri.

  • Næmingatalið av læraralesandi vaks 41% hetta 10-ára skeiðið, men munurin á kvinnum og monnum gjørdist enn størri: í 2000/01 vóru 67% av næmingunum kvinnur – 10 ár seinni vóru tær 71%.
  • Lesandi til námsfrøðing vóru 33% fleiri í 2010/10, men meðan 80% av næmingunum vóru kvinnur í 2000/01, so vóru tær 91% tíggju ár seinni.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Sum heild ber til at siga, at á øllum útbúgvingarstovnum eru fleiri næmingar í dag enn fyri 10 árum síðani. Fleiri taka hægri útbúgving, serliga kvinnur. Eisini á Fróðskaparsetrinum sæst hendan gongdin.

Í tíggjuáraskeiðinum frá 2000/2001 til 2010/2011 er talið av lesandi vaksið við gott 20%, men býtið er broytt: frá at vera í minniluta (47%) eru nú fleiri lesandi kvinnur (51%) á Fróðskaparsetrinum (tey, ið taka stakskeið, eru ikki við í hesum tølum).

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Lesandi uttanlands

Av øllum teimum, sum fáa sær miðhøgar og hægri útbúgvingar (í flestu førum frá bachelor og hægri), er tað ein stórur meiriluti, ið lesur uttanlands. Meðan samlaða talið av lesandi er økt úr 1.477 í 2004/05 til 2.526 í 2011/12, hevur tað verið ein størri vøkstur av teimum sum lesa uttanlands, enn av teimum, sum lesa í Føroyum. Í 2004/05 lósu 61% av føroyskum lesandi uttanlands, og í 2011/12 var hesin parturin vaksin til 64%.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Merkisvert, hvussu ymiskur vøksturin er millum kynini av lesandi í Føroyum og uttanlands: av monnum eru 235 fleiri lesandi í Føroyum, samanborið við 90 fleiri kvinnur. Øvut er við lesandi uttanlands: har eru 429 fleiri kvinnur, samanborið við 293 fleiri menn.

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu býtið er millum ymisku útbúgvingarstigini. Á øllum uttan teimum stytstu útbúgvingum eru kvinnur í greiðum meiriluta.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í flestu talvum omanfyri eru kvinnur í meiriluta í útbúgvingarskipanini, heilt frá miðnáms- og yrkisskúlum til hægstu útbúgvingar. Hetta skal samanberast við, at í teimum ungu aldursbólkunum eru kvinnurnar í stórum minniluta sum lesandi. Á myndini niðanfyri er ein samanbering millum samlaða kynsbýtið í ungu aldursbólkunum og kynsbýtið av lesandi. Tá sæst, at hóast kvinnur eru 44% av ungu aldursbólkunum, er tær heilar 56% av teimum lesandi. Lesandi í hesum týdningi fevnir um øll, sum fáa lestrarstuðul frá Studna.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestrarstuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum, eru tald við.
Kelda: studni.fo, febr. 2013

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Keldur:

Studni, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin, Heilsuskúlin og Hagstova Føroya

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015