• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Vit liva í húskjum sum børn og foreldur, sum makar ella sum støk. 58% av okkum – tað eru umleið 28.000 fólk – liva í barnafamiljum, t.e. í familjum við børnum undir 18 ár. Umleið helvtin av hesum eru smábarnafamiljur, har yngsta barn er yngri enn seks ár.

Síðani eru 42%, ella umleið 20.000 fólk, sum liva í húskjum sum makar ella støk uttan børn undir 18 ár.

Myndin yvir persónar í familjuhúskjum í barnaaldri vísir hetta býtið.

Nógv størsti parturin av húskjunum eru sostatt barnafamiljur. Frá fólkateljingini 2011 vita vit, hvussu familjurnar eru samansettar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Familjur við og uttan børn

Tilsamans eru 12.900 familjur í Føroyum. Í hesum sambandi fevnir ein familja um tveir ella fleiri persónar í sama húski, ið eru knýtt hvør at øðrum við familjubondum, so sum hjún og samlivandi makar, við ella uttan børn, og eitt einstakt foreldur við einum ella fleiri børnum. Tað vil siga, at stakir persónar, ið liva í egnum býli ella í felagsbýli ikki telja við sum familjur.

Av teimum 12.900 familjunum í Føroyum eru 9.000 ella stívliga 70% familjur við børnum, meðan 3.900, ella út við 30%, eru familjur uttan børn. Á myndini niðanfyri sæst býtið millum familjurnar eftir samlívsstøðu, t.v.s. um tey eru samlivandi gift ella ógift ella eru støk, við ella uttan børn.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samlivandi, gift og ógift

Seinnu árini er tað blivið meira vanligt enn fyrr, at samlivandi pør ikki eru gift. Á myndini niðanfyri sæst stóra broytingin, sum er hend síðani seinastu fólkateljing, sum var í 1977. Í 1977 vóru 4% av samlivandi pørunum, ella fimmogtjúgunda hvørt par, ikki gift. Í fólkateljingini 11.11.2011 vóru 20% av pørunum, ella fimtahvørt, ikki gift.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Stakir uppihaldarar

Sambært fólkateljingini 11.11.2011 vóru støk foreldur við børnum tilsamans 1.642. Fyri alt árið 2012 vóru tey tilsamans 1.818, sambært Almannastovuni. Munurin kemur av, at uppgerðin í fólkateljingini vísir støðuna ein ávísan dag í árinum, meðan uppgerðin hjá Almannastovuni fevnir um øll tey sum gjøgnum alt árið hava fingið barnapening.

Myndin niðanfyri vísir gongdina frá 1995 til 2012. Tað er ein vøkstur í talinum av børnum, ið liva saman við støkum foreldrum, frá gott 950 til umleið 1.100. Hinvegum er talið av støkum foreldrum eftir ein lítlan vøkstur mitt í tíðarskeiðnum nú aftur tað sama sum fyri einum fimtan árum síðani. Her er eisini sjón fyri søgn, at stakir uppihaldarar næstan allir eru kvinnur, og at hetta ikki er broytt nevnivert hesi árini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Á myndini niðanfyri sæst aldursbýti av støkum uppihaldarum. Nógv teir flestu eru í aldrunum 35-44 ár, og tað er eisini í tí aldursbólkinum, at talið av børnum fyri hvønn uppihaldaran er størst, 1,7 samanborið við 1,4 fyri uppihaldarar í aldrinum 25-34 ár.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Vígslur og skilnaðir í Føroyum

Framvegis eru nógv tey flestu av samlivandu pørunum vígd; talan er um 80%. Eftir hagtalsmyndini niðanfyri við vígslum frá 1990 til 2013 hevur talið av vígslum sveiggjað millum 200 og 300 um árið. Eftir trendlinjuni at døma hevur talið ligið um 250 vígslur árliga síðani fallið undir kreppuni í fyrru helvt av 1990-árunum.

Av vígslunum hava kirkjuligar vígslur verið millum tveir triðingar og tríggjar fjórðingar – og borgarligar vígslur hava sostatt verið millum ein fjórðing og ein triðing.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tá ið talan er um hjúnaskilnaðir síggja vit eisini eitt fall undir kreppuárunum í fyrru helvt av 1990-árunum. Men síðani hevur verið ein støðugur vøkstur í skilnaðunum, frá umleið 40 um árið til umleið 80 skilnaðir um árið.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Vanligt er at seta talið av hjúnaskilnaðum í mun til talið av vígslum. Tað sæst eisini á myndini omanfyri. Um vit miða okkum eftir trendlinjuni er skilnaðartíttleikin vaksin úr umleið 15-20% av øllum vígslum upp í 30-35% nú.

Tað gevur altíð eina góða hylling av, hvar vit liggja í hesum og nógvum øðrum viðurskiftum, tá vit samanbera okkum við okkara grannalond, serliga við hini Norðurlondini. Tað verður gjørt í hagtalsmyndunum niðanfyri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Gongdin tykist at vera í tveimum: tey fyrstu 15 árini við stórari spjaðing millum londini, har Danmark er ovast við tí størsta vígslutíttleikanum, Ísland niðast við tí lægsta og Føroyar nøkulunda í miðjuni. Men umleið 2005 broytist myndin, og tað rennur saman millum londini, so tey øll liggja um 5‰ í vígslutíttleika.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Á myndini omanfyri, sum vísir skilnaðir fyri hvørjar 100 vígslur í Norðurlondum í tíðarskeiðnum 1990-2013, sæst sama broytingin í skilnaðartíttleikanum. Stór spjaðing er millum londini tey fyrstu 15 árini í hesum tíðarskeiðnum, har Føroyar hava nógv tann minsta skilnaðartíttleikan, meðan Svøríki og Finnland liggja ovast. Seinnu árini liggja londini tættari hvørt við annað. Tó vísir myndin broytingar í gongdini tey 2 til 3 seinastu árini, har londini aftur fara hvør frá øðrum, Føroyar niður á 30% og Danmark upp móti 70% í skilnaðartíttleika, roknað í prosentum av árligu vígslunum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking