• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
© Mureldur
© Mureldur
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Turid Debes Hentze er sakførari og hevur eftirútbúgving innan ósemju-mekling. Hon heldur ikki, at tað er viðkomandi at tosa um páparættindi ella foreldrarættindi í sambandi við hjúnaskilnað. Øll vita, at um fólk fara frá hvørjum øðrum, síggja tey ikki børnini so nógv, sum tá tey búðu saman. Tá ið fólk ikki finna fram til semju sjálvi, verður lóggávan brúkt. Dómstólurin hevur ongan møguleika at vita, hvat av foreldrunum er betur egnað.

Turid Debes Hentze er javnan sakførari hjá foreldrum, sum eru ósamd um, hvør skal hava børnini. Sum heild metir Turid Debes Hentze ikki, at pápar eru fyri vanbýti í mun til løgfrøðina. Hinvegin eru tað tey viðurskifti, sum løgfrøðiliga avgerðin hjá dómaranum er grundað á, ið eru avgerandi fyri, hvat úrslitið verður.

Og í nógvum førum ivast Turid í, um tað veruliga er barnið sjálvt, sum er í miðdeplinum, ella um stríðið millum foreldrini kanska heldur snýr seg um óloystar ósemjur teirra millum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samrøða við Jógvan Zachariassen

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Status quo fyri barnið

Tá ið mál um foreldramyndugleika enda í rættinum, eru foreldrini longu farin hvør frá øðrum, og tað er mikið sannlíkt, at børnini búgva hjá mammuni. Tað er eisini sannlíkt, at mamman hevur arbeitt niðursetta tíð fyri at fáa betri tíð til børnini, meðan pápin hevur arbeitt fulla tíð. Dómarin hyggur eftir umstøðunum hjá barninum. Hvar býr barnið? Hvør hevur verið mest um barnið? Hvør hevur raðfest at vera saman við barninum? Dómur verður ofta sagdur á ein hátt, so at status quo – tann verandi støðan – verður varðveitt, og so fær mamman foreldramyndugleikan.

Ein slíkur dómur nýtist ikki at merkja, at mamman er tað betra foreldrið. Dómarin skal hyggja eftir, hvør skal hava foreldramyndugleikan og kann ikki vita, hvør er tað betra foreldrið. Dómarin byggir sína avgerð á, hvat er best fyri barnið. Bæði hava góðar førleikar at vera foreldur, men dómarin skal sambært føroyskari lóggávu velja annað.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hvør er um børnini?

Fíggjarliga støðan er oftast, at pápin hevur hægri inntøku enn mamman, men hetta er sjáldan avgerandi. Um mamman hevur ein bústað til børnini, kann pápin eiga eina millión, uttan at tað ávirkar dómin. Tá ið dómarin so hyggur at, hvør hevur brúkt meira tíð til børnini, hava nógvir føroyskir menn lítlan og ongan møguleika at koma upp í part, tí teir eru sjómenn og eru burturi helvtina av árinum.

Í málum har bæði mamman og pápin arbeiða fulla tíð, og bæði koma við børnunum og eftir børnunum á stovninum, er ringt at taka støðu, tí bæði hava sama tilknýti til børnini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hjúnaskilnaðarhagtøl

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fleiri hjúnaskilnaðir

Í dag eru fleiri hjúnaskilnaðir enn fyrr. Í mun til onnur Norðurlond hava hjúnaskilnaðirnir í Føroyum verið fáir í tali. Hetta hevur samband við lítla samfelagið, heldur Turid Debes Hentze: Í Føroyum kendu fólk teirra pláss, og tey høvdu eitt fast arbeiðsbýti. Har var lítil luft og fáir møguleikar fyri at sprella.

Bondini, sum samfelagið leggur á okkum, kunnu liggja sum ein dýna oman á okkum. Tá ið dýnan verður lyft upp, og tá ið bondini loysna, kemur alt møguligt fram, sigur Turid Debes Hentze.

Sambært Turid Debes Hentze er ein orsøk til økta talið av hjúnaskilnaðum, at vit sum heild eru minni moralskt fordømandi mótvegis teimum, sum skiljast, enn vit vóru fyrr.

Tað privata er meira alment, og í mun til fyrr er tað í dag lættari at tosa við vinkonur og vinmenn um, hvussu støðan er. Almenni parturin av tilveruni fer í dag inn á tann privata partin av tilveruni, og tað er opnari úr tí privata út í tað almenna rúmið.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Avleiðingar

Avleiðingar av hjúnaskilnaði kunnu vera nógvar og ymiskar. Leikluturin og støðan hjá teimum fráskildu broytist ofta, bæði menniskjansliga og samfelagsliga. Fatanin hjá øðrum av tær broytist, tá ið tú ert fráskild ella fráskildur, og tey kunnu síggja teg øðrvísi eftir hjúnaskilnaðin. Eisini onnur viðurskifti hava ávirkan, so sum tín leiklutur í hjúnalagnum, og tað, sum tú væntaði tær av hjúnalagnum, og tað sum tú fekst í hjúnalagnum, bæði sosialt, fíggjarliga og sálarliga. Hvat missir tú, tá tú ikki longur ert í hjúnalagnum? Onkur missir pengar, onkur missir børnini, onkur missir tign, sigur Turid Debes Hentze, sakførari.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samrøða við Hera Kragesteen

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking