• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
© Mureldur
© Mureldur
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Foreldramyndugleikin er ásettur í lóggávu frá 2007, sum m.a. sigur, at tá ið tvey fólk gerast foreldur, hevur ein teirra ella bæði foreldrini foreldramyndugleikan yvir barninum. Foreldramyndugleikin varir, til barnið fyllir 18, ella til barnið giftir seg, um barnið giftir seg, áðrenn tað fyllir 18.

At hava foreldramyndugleikan yvir einum barni merkir, at vaksni persónurin hevur skyldu til at hava umsorgan fyri barninum og kann taka avgerð um persónlig viðurskifti hjá barninum í mun til tørv og áhuga hjá barninum.

Tann av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan, kann taka avgerð um, hvussu barnið skal eita, hvar barnið skal búgva og ganga í skúla, og annars um, hvussu barnið skal uppalast.

Tann av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan, hevur rætt til at luttaka á foreldrafundum í barnagarði og í skúla, og hevur sambandið við lækna og við aðrar almennar stovnar um barnsins viðurskifti.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Felags foreldramyndugleiki

Um foreldrini eru gift, tá ið tey fáa barn saman, ella um tey seinni giftast, hava tey felags foreldramyndugleika.

Felags foreldramyndugleikin heldur fram, um foreldrini skiljast ella sundurlesast, men felags foreldramyndugleikin kann tá setast úr gildi. Eru foreldrini samd, er tað Ríkisumboðið, sum setir felags foreldramyndugleikan úr gildi. Um foreldrini ikki semjast, verður avgerð tikin í rættinum.

Um foreldrini vilja hava, at felags foreldramyndugleikin skal setast úr gildi, uttan at vera samd um, hvør teirra so skal hava foreldramyndugleikan, er neyðugt at fara í rættin. Tá má dómstólurin taka avgerð um, hvør av foreldrunum skal hava foreldramyndugleikan.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Eitt av foreldrunum hevur foreldramyndugleikan

Eru foreldrini ikki gift, ella tey eru sundurlisin, tá ið barnið verður føtt, hevur mamman einsamøll foreldramyndugleikan, uttan so, at foreldrini hava gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika. Ógift foreldur kunnu avtala, at tey skulu hava felags foreldramyndugleika. Avtalan skal fráboðast Ríkisumboðnum.

Um foreldrini fara hvør frá øðrum, og tey ikki hava avtalað felags foreldramyndugleika, kann tað vera torført hjá pápanum at fáa felags foreldramyndugleika ella sjálvur at fáa foreldramyndugleikan.

Í hesum førinum skal málið í rættin, og rætturin tekur so avgerð um, hvørt mamman skal missa foreldramyndugleikan til pápan.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Pápin við sviðið soð?

Pápin hevur møguleika at fáa foreldramyndugleikan við at fara í rættin ella við at gera avtalu við mammuna um hetta.
© Mureldur
Pápin hevur møguleika at fáa foreldramyndugleikan við at fara í rættin ella við at gera avtalu við mammuna um hetta.
© Mureldur

Tað er javnan at hoyra, at pápin ikki hevur somu rættindi til børnini sum mamman, og at pápin ikki hevur stórvegis møguleika at fáa foreldramyndugleikan, um foreldrini fara hvør til sítt.

Um foreldrini fara hvør til sítt, uttan at vera gift, hevur mamman foreldramyndugleikan, um tey ikki hava avtalað felags foreldramyndugleika.

Pápin hevur møguleika at fáa foreldramyndugleikan. Tá skal pápin antin fáa felags foreldramyndugleika ella fáa mammuna at geva foreldramyndugleikan frá sær, so at hann kann fáa foreldramyndugleikan. Antin skulu foreldrini vera samd um hetta, ella skal pápin leggja sak, og so skal rætturin taka avgerð um, hvørt pápin fær foreldramyndugleikan. Dómstólurin hevur ikki heimild til at døma felags foreldramyndugleika.

Um foreldrini eru gift og fara hvør til sítt, er foreldramyndugleikin felags, um ikki foreldrini gera aðra avtalu, ella rætturin tekur avgerð um at seta felags foreldramyndugleikan úr gildi.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Lógin er ikki rættvís

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Dømi um støður, sum pápar kunnu koma í

Ógift og felags foreldramyndugleiki

Mamman og pápin búgva saman, men eru ikki gift. Tá ið tey fáa børn, syrgir pápin fyri, at foreldramyndugleikin verður felags, so at hann og mamman eru eins stødd í mun til foreldramyndugleika, um tey fara hvør frá øðrum. Í hesum føri er tað neyðugt, at mamman skrivar undir, so at foreldramyndugleikin kann verða felags.

Pápin tekur virknan lut í lívinum hjá børnunum. Hann er til staðar í lívinum hjá børnunum, er við á foreldrafundum, til frítíðarítrív, til lækna og heilsusystur, á jøvnum føti við mammuna.

Eftir nøkur ár gera foreldrini av at fara hvør til sítt. Tey hava felags foreldramyndugleika, men mamman ynskir at broyta hetta, so at hon einsamøll fær foreldramyndugleikan. Á henda hátt verður gerandisdagurin lættari, av tí at hon so sjálv kann taka allar avgerðir, sum viðvíkja børnunum.

Um mamman og pápin ikki kunnu semjast um, hvussu nógv pápin skal síggja børnini, er tað Ríkisumboðið, sum tekur avgerð um hetta.

Um foreldrini eru samd um, at mamman fær foreldramyndugleikan, skulu tey boða Ríkisumboðnum frá hesum, og so er broytingin í gildi.

Pápin kann nokta at siga foreldramyndugleikan frá sær, tí hann hevur, frá tí at børnini komu, verið til staðar í teirra lívi á jøvnum føti við mammuna. So er neyðugt hjá foreldrunum at fara í rættin. Rætturin ger so av, hvør skal hava foreldramyndugleikan. Avgerðin verður tikin við atliti at tí, sum er best fyri børnini. Í summum førum verða børnini eisini hoyrd. Í hesum føri hevur mamman ikki ein sjálvsagdan fyrimun fram um pápan.

Sambært føroyskari lóggávu er ikki heimild til at døma felags foreldramyndugleika hjá ógiftum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ógift og mamman hevur foreldramyndugleikan

Mamman og pápin búgva saman, men eru ikki gift. Tá ið børnini koma, ger hvørki pápin ella mamman nakað við at fáa felags foreldramyndugleika.

Eftir nøkur ár gera foreldrini av at fara hvør til sítt. Mamman hevur foreldramyndugleikan, men pápin ynskir at fáa foreldramyndugleikan.

Um foreldrini eru samd um, at pápin skal hava foreldramyndugleikan, skulu tey boða Ríkisumboðnum frá hesum, og so er broytingin í gildi.

Men í hesum føri er mamman ikki samd við pápanum í, at hann skal fáa foreldramyndugleikan. Hon sær onga orsøk til at geva foreldramyndugleikan frá sær. Pápin má tí í rættin. Rætturin ger so av, um pápin skal hava foreldramyndugleikan. Avgerðin verður tikin við atliti at tí, sum er best fyri børnini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samvera við børnini

Eitt er, hvat lógin ásetir um foreldramyndugleika, og eitt annað er, hvussu nógva samveru tað foreldrið, sum ikki býr saman við børnum sínum, fær við børnini. Foreldramyndugleikin hevur ikki týdning í mun til samveru.

Lene Moyell Johansen, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Ríkisumboðnum, sigur, at tey flestu foreldrini sjálvi koma til eina semju um, hvussu samveran við børnini skal skipast, eftir at foreldrini eru farin hvør til sítt. Ríkisumboðið kemur ikki í samband við hesi foreldur.

Harumframt er ein rættiliga stórur bólkur av foreldrum, sum finna eina loysn á møguligum ósemjum um samveru, eftir at tey hava verið til ráðgeving hjá barnakønum ráðgeva hjá Ríkisumboðnum.

Ein annar bólkur finnur semju, tá ið tey koma til fund um samveru hjá løgfrøðingi. Á fundinum fáa tey vegleiðing um galdandi siðvenju á økinum, og summi foreldur semjast um samveruna.

Eftir er ein bólkur av foreldrum, sum ikki semjast, og har Ríkisumboðið skal taka avgerð um samveru.

Í hesum bólkinum eru foreldur, ið fylgja teirri avgerðini, sum Ríkisumboðið tekur, hóast tey kanska ikki eru samd um, hvussu Ríkisumboðið hevur býtt samveruna.

Harumframt eru eisini nøkur foreldur, sum umvegis samveruna stríðast sínámillum, og sum ikki laga seg eftir avgerðum um samveru, ið eru tiknar hjá Ríkisumboðnum. Ofta royna tey at broyta ella at ógilda ásettu samveruna. Børnini eru ofta miðdepilin í ósemjuni hjá foreldrunum. Hesin bólkur fyllir nógv og tekur nógva orku hjá Ríkisumboðnum.

Í nøkrum fáum málum er ósemjan millum foreldrini ógvuslig, og foreldrið, sum hevur barnið búgvandi, arbeiðir kanska ímóti samveruni. Hesi mál kunnu enda við, at Ríkisumboðið noktar hinum foreldrinum samveru, tí at samvera ikki longur er fyri barnsins besta. Børnini verða ávirkað av ógvusligu ósemjuni millum foreldrini, og um børnini alla tíðina hoyra frá tí eina foreldrinum, hvussu ræðuligt hitt foreldrið er, kunnu børnini kanska enda við at trúgva hesum. Í ávísum málum ynskja børnini kanska ikki longur samveru við foreldrið fyri at fáa frið. Slík mál eru fá.

Ríkisumboðið kann áseta samveru undir eftirliti, um Ríkisumboðið ynskir, at teirra serfrøðingur í barnamálum skal lýsa málið, ella um tey meta, at onnur viðurskifti gera, at samveran skal vera undir eftirliti, sigur Lene Moyell Johansen.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Atlit skal takast at barninum

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tøl um foreldramyndugleika

Foreldur skulu boða Ríkisumboðnum frá, fyri at ein avtala um foreldramyndugleika skal hava gildi.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
2010 2011 2012 2013
Mál um foreldramyndugleika tilsamans 29 37 47 24
Felags foreldramyndugleiki 23 31 39 19
Frá felags foreldramyndugleika til mammu 1 2 5 1
Frá felags foreldramyndugleika til pápa 0 3 1 1
Foreldramyndugleiki frá pápa til mammu 0 0 1 0
Foreldramyndugleiki frá mammu til pápa 2 1 0 0
Annað, t.d. deyðafall 3 0 1 3
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Mál um foreldramyndugleika í Føroya Rætti

Í 2013 komu tilsamans fimtan mál um foreldramyndugleika fyri rættin. Í sjey av hesum málum hevði pápin stevnt. Pápin fekk viðhald í trimum málum og tapti í trimum málum. Í einum máli varð semja um foreldramyndugleikan.

Í átta málum hevði mamman stevnt. Mamman fekk viðhald í sjey málum og tapti í einum máli.

Í 2012 komu tilsmans tólv mál um foreldramyndugleika fyri rættin. Í fýra málum hevði pápin stevnt, og í átta málum hevði mamman stevnt. Í trimum málum fekk pápin foreldramyndugleikan, og í seks málum fekk mamman foreldramyndugleikan. Eitt mál varð avvíst, og tvey mál vórðu afturkallað.

Í 2011 komu tilsmans seks mál um foreldramyndugleika fyri rættin. Pápin hevði stevnt í trimum málum, og í trimum málum hevði mamman stevnt. Í trimum málum fekk pápin foreldramyndugleikan, og í einum máli fekk mamman foreldramyndugleikan. Eitt mál varð avvíst, og eitt mál varð afturkallað.

Kelda: Sorinskrivarin í Føroyum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Pápi fortelur

Eg vil stríðast fyri hvørjum einasta tíma, eg kann síggja mítt barn

Eg gangi í ævigum ótta fyri, at barn mítt kann verða flutt til annað land, uttan at eg veit av tí,

sigur pápi, sum hevur samveru við barn sítt, meðan mamman hevur foreldramyndugleikan. Alt samskifti um barnið fer fram umvegis Ríkisumboðið.

Eg havi verið glaður fyri, at samvera okkara er ásett umvegis Ríkisumboðið, har tey sum heild gera eitt fínt arbeiði. Eg veit, hvat eg havi at halda meg til, um einki óvæntað hendir. Og eg havi valt at taka kampin fyri at kunna hyggja inn í eyguni á barninum, tá ið tað verður vaksið,

sigur pápin.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Dýrabarir dagar

Pápin hevur samveru við barn sítt annaðhvørt vikuskifti frá fríggjadegi til mánamorgun, og hina vikuna frá hósdegi til fríggjadag. Í mun til høgtíðir og frítíð velur pápin annaðhvørt ár fyrst, nær hann og barnið skulu halda summarfrí saman. Tað árið, pápin velur summarfrítíðina fyrst, hevur hann ikki barnið um páskirnar, í heystfrítíðini og á jólum.

Eg havi barnið í tríggjar vikur í summarfrítíðini, umframt ta vanligu skipanina, meðan mamman kann halda summarfrí við barninum so leingi, sum hon vil. Og um mamman velur at fara uttanlands uttanfyri skúlafrítíðina, kunnu tveir hósdagar og eitt vikuskifti rúka. Tá fái eg minni tíð saman við barninum, tí vanliga fái eg ikki tíð afturfyri ta tíðina, sum mamman er uttanlands. Tí kann tað ganga ein heilur mánaður ímillum, at barnið er hjá mær,

sigur pápin.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Foreldramyndugleiki og samvera

Ofta havi eg hoyrt, at foreldrini bara kunnu avtala felags foreldramyndugleika, men um foreldrini ikki eru samd, er tað ringt hjá pápanum at fáa felags foreldramyndugleika ígjøgnum,

sigur pápin.

Eg skilji væl, at annar parturin skal hava foreldramyndugleikan, tí tað ber illa til at býta ábyrgd. Men foreldramyndugleikin kann verða brúktur sum eitt valdsinstrument, við tað at foreldrið, sum hevur foreldramyndugleikan, kann avmarka tíðina hjá barninum saman við hinum foreldrinum.

Tó kann samveran bert forðast til eitt vist, tí so eigur Ríkisumboðið at geva samveruforeldrinum endurgjaldstíð. Hinvegin er tað altíð ein meting, nær foreldrið við foreldramyndugleikanum hevur forðað samveruna ov nógv.

Ríkisumboðið leggur ofta dent á, at foreldramyndugleiki og samvera eru hvør sítt. Foreldramyndugleikin er avgjørdur í rættinum, meðan samveran er ein umsitingarligur spurningur, sum Ríkisumboðið hevur ábyrgd av. Tað vil siga, at løgfrøðingar hjá Ríkisumboðnum avgera, hvussu samveran verður løgd,

sigur pápin.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hvat er best fyri barnið?

Sjálvandi vilja báðir partar gera tað besta fyri barnið, og sjálvandi skal barnið vera í fokus. Men spurningurin er, um barnið hevur tað gott, um foreldrini ikki hava tað gott. Og er tað gott fyri barnið at vera so lítið hjá einum foreldri? Eg sigi ikki, at barnið skal vera sjey dagar hjá mær og sjey dagar hjá mammuni, men eg haldi, at barnið má fáa tíð til at læra heimið og familjuna hjá samveruforeldrinum at kenna. Tá ið vit ikki hava sæst í fleiri dagar, tekur tað ofta tíð at finna hvønn annan aftur. Og so er tíðin farin,

sigur pápin.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Mamma fortelur

Gerandisdagurin skal rigga

Kanska eri eg egoistisk, men hetta er nú einaferð tað lættasta og tað besta fyri bæði børnini og meg. Og eg ætli mær ikki, at vit skulu hava felags foreldramyndugleika, tí tað tænir ongum endamáli.

Orðini eigur mamma, ið býr saman við báðum børnum sínum, sum hon eisini hevur foreldramyndugleikan yvir.

Fyri nøkrum árum síðani fóru hon og pápin hvør til sítt, og skilnaðurin var rættiliga ófriðarligur, men í dag hava tey bæði funnið stevið, og samstarvið gongur sum heild væl.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Óbúnar raðfestingar

At mamman hevur foreldramyndugleikan, merkir ikki, at pápin einki hevur at siga.

Ofta haldi eg, at hann kundi raðfest børnini nógv hægri, enn hann ger. So skjótt, sum hann skal okkurt spennandi sosialt, roynir hann at broyta tær føstu avtalurnar, vit hava um børnini, tí hann letur treyðugt sosialar upplivingar fara aftur við borðinum. Fyrr var hetta ein støðug orsøk til, at vit skeldaðust, tí eg havi ilt við at virða slíkar raðfestingar, sum eg haldi vera ábyrgdarleysar og óbúnar. Men hinvegin kann eg ikki bestemma, hvussu hann raðfestir, og við tíðini er eisini longri millum ósemjurnar okkara millum. Hetta ávirkar sjálvandi børnini jaliga. Tey vita, hvat tey hava at halda seg til, og tey síggja tvey foreldur, sum tosa hampiliga saman. So sjálvt um tað fyri børnini ongantíð verður betri enn næstbest, at foreldrini ikki longur eru saman, trívast tey nú betri, tí at vit hava fingið samstarvið at rigga.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Strævin gerandisdagur

Børnini eru hjá pápanum annaðhvørt vikuskifti og ein dag um vikuna. Annars búgva tey fast hjá mammuni. Mamman arbeiðir fulla tíð, so við tveimum smáum børnum skal gerandisdagurin leggjast neyvt til rættis.

Tá ið bæði børnini eru hjá mær, er ikki so nógv rúmd fyri tí óregluliga. Tingini skulu rigga, so hvør dagur í vikuni gongur snórabeint. Vit vita øll trý, hvussu dagurin verður, um ikki okkurt óvæntað hendir, so sum, at eitt av børnunum verður sjúkt. Men tað er ikki øðrvísi enn hjá øðrum smábarnaforeldrum.

Tá ið eg havi børnini, má eg siga nei takk til nógvar spennandi og freistandi hendingar, so sum veitslur og býtúrar, tí at børnini eru her. Í fyrstuni argaðist eg av hesum, men hinvegin – eg njóti løturnar saman við børnunum, og tonk, um tað var eg, sum mátti vera nøgd við at hava børnini hjá mær annaðhvørt vikuskifti. Eg orki ikki at hugsa tankan.

Tá ið so børnini eru hjá pápanum, kann eg ordiliga taka mær av løttum. Tá arbeiði eg leingi, vitji fólk og fari í býin, fortelur mamman, ið sum heild er væl nøgd við skipanina, men undrast yvir tær nógvu óbúnu raðfestingarnar hjá pápanum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015