• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fráflytingin fevnir mest um ungar kvinnur og menn

Samanborið við onnur lond flyta føroyingar sera nógv millum heimlandið og útheimin. Rokna vit flytitíttleikan sum til- og fráflyting tilsamans pr. 1000 íbúgvar, er hann um 60 í Føroyum, 40 í Íslandi og 20 í Danmark. Av Norðurlondum er hann bert hægri í Grønlandi. Tað er eisini sermerkt, at bara í Føroyum er flytitíttleikin nakað størri hjá kvinnum enn hjá monnum

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Orsøkirnar til at føroyingar flyta oftari millum lond, enn tey gera í øðrum Norðurlondum eru helst at finna í tí støðu, Føroyar hava sum eitt lítið oyggjasamfelag við avmarkaðum vinnu- og útbúgvingarmøguleikum, samanborið við hini stóru grannalondini.

Tá ið flytingin millum Føroya og útlond er so stór í vavi, er týdningarmikið, hvussu hon er samansett. Týdningarmest av øllum er, hvussu munurin er millum tilflyting og fráflyting. Hetta er nettoflytingin. Er hon negativ, tekur hon burtur av tí natúrliga fólkavøkstrinum. Í øðrum lagi er týdningarmikið, hvussu nettoflytingin er samansett viðvíkjandi aldri og kyni.

Her hava vit tann trupulleikan, at Føroyar vanliga hava eina árliga negativa nettoflyting, t.e. fleiri flyta av landinum enn til landið. Roknað í miðal fyri øll árini 1970-2013 hevur verið ein árlig nettofráflyting á 155 fólk. Taka vit tað styttra tíðarskeiðið 1985-2013 er miðal árliga nettoflytingin -225 fólk.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Nettoflytingin fyri tíðarskeiðið 1985-2013 er avmyndað omanfyri. Seinnu helvt av 1980-árunum var ein ávís nettotilflyting. So kom stóra skrædlið frá 1989 til 1995, tá netto 7.200 fólk fluttu av landinum. Í tíðarskeiðinum frá 1996 til 2003 var ein afturflyting, tó ikki fleiri enn 2.600. Síðani hevur verið ein nettofráflyting á umleið 235 um árið. Merkisvert er, at í tíðarskeiðunum við tilflyting eru tað fleiri menn enn kvinnur, sum flyta til Føroya.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Á myndini omanfyri sæst, hvussu býtið í nettofráflytingini millum kyn og aldursbólkar hevur verið árini 1985-2013 tilsamans. Tilsamans hevur verið ein nettofráflyting á 6.544 fólk (3.052+3.492). Av hesum hava gott 90% ella 5.933 (2.701+3.232) verið í aldrinum 15 til 34 ár.

Viðvíkjandi kynsbýtinum hevur verið ein lítil yvirvág av kvinnum, 3.492 móti 3.052 monnum.

Niðanfyri vísir myndin, hvussu nettofráflytingin hevur verið seinastu 10 árini 2004-2013 í meira útgreinaðum aldursbólkum og roknað í % av fólkatalinum. Av tí at tað í ungu aldursbólkunum eru færri kvinnur enn menn, vísir hetta enn týðuligari skeivleikan í kynsbýtinum í nettoflytingini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking