• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fólkasamansetingin millum ung og gomul broytist, so hvørt sum livialdurin seinastu nógvu árini er hækkaður og framhaldandandi fer at hækka, samstundis sum føðitíttleikin er spakuliga minkandi.

Henda gongdin fekk eitt rættiligt skump av tí stóru kreppuni í fyrru helvt av 1990-árunum, tá hópflyting var av landinum, serliga av ungum einstaklingum og familjum.

Hetta sæst á myndini sum vísir aldurssamansetingina árini 1985-2013, har fólkið er býtt í tveir partar, kvinnur og menn yngri enn 40 ár og eldri enn 40 ár. Myndin vísir, hvussu skeivleikin er øktur í tí rættiliga stutta tíðarskeiðnum frá 1985 til 2013.

Talið av teimum yvir 40 ár er vaksið javnt og samt, tilsamans fyri bæði kyn við 7.600 fólkum frá 1985 til 2013. Samstundis er talið av teimum yngri enn 40 ár minkað við 4.700 fólkum í sama tíðarskeiði.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Myndin niðanfyri vísir tær stóru broytingarnar, sum eru hendar í ungu ættarliðunum av kvinnum og monnum 20-29 ár og 30-39 ár. Størsta og mest álvarsliga broytingin er í talinum av ungum kvinnum og monnum í 20-29 ára aldri.

At tað júst er í hesum unga aldursbólkinum, har fólk finna saman í parlag og byrja at seta børn í verðina, kann siga nakað um møguligar avleiðingar av skeivleikanum í kynsbýtinum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Í Føroyum er haraftrurat komin ein skeivleiki millum konufólk og mannfólk í fólkasamansetingini. Munurin er størstur í tí unga ættarliðnum 20-29 ár. Hetta sæst á myndini niðanfyri, ið vísir, hvussu lutfallið av kvinnum samanborið við menn støðugt er minkað frá 47% í 1985 til 43% í 2013. Eisini sæst, at størsta broytingin í lutfallinum skeiva vegin hendi í kreppuárunum fyrru helvt í 1990-árunum, og síðani aftur árini 2010-13.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tað er tó ikki nakað nýtt fyribrigdi, at tað lutfalsliga eru færri kvinnur enn menn. Tað byrjaði spakuliga aftan á seinna heimsbardaga og heilt fram til aldarskiftið er ójavnin vaksin. Fyri alt fólkatalið eru tað nú umleið 1.840 fleiri menn enn kvinnur. Um vit bert taka tey við, sum eru yngri enn 70 ár, er munurin enn størri, tí tá eru umleið 2.300 fleiri menn enn kvinnur. Hetta sæst á myndini kvinnuundirskot 1901-2014.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Á myndini niðanfyri er munurin millum talið av kvinnum samanborið við talið av monnum í øllum 10-ára aldursbólkum, frá teim yngstu 0 til 9 ár til tey elstu yvir 90 ár. Stabbarnir, ið ganga til vinstru, vísa, hvussu stórt undirskotið er av kvinnum, t.e. hvussu nógv færri kvinnur enn menn eru í tí aldursbólkinum. Stabbarnir, ið ganga til høgru, vísa yvirskot av kvinnum t.e. hvussu nógv fleiri kvinnur enn menn eru í tí aldursbólkinum. Myndin talar týðiliga, at í øllum aldursbólkum upp til síðst í sjeytiárunum er sonevnt undirskot av kvinnum, og ikki fyrr enn frá 80 ára aldri eru fleiri kvinnur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Høvuðsorsøkin til henda skeivleikan í kynsbýtinum er flytingin millum Føroya og útlond soleiðis, at í fráflytingini er nøkulunda javnt býti, men í tilflytingini (ella afturflytingini) eru nakað færri kvinnur enn menn.

Ein minni partur av orsøkini til skeiva kynsbýtið er, at av teimum 600-700 børnunum, sum eru fødd á hvørjum ári, eru nakað færri gentur enn dreingir. Hetta lutfallið liggur árliga um 49% gentur og 51% dreingir.

At fleiri kvinnur eru í teimum elstu aldursbólkunum kemur av, at tær liva longri enn menn.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Myndin omanfyri vísir, hvussu nógvar kvinnur eru fyri hvørjar 100 menn í Norðurlondum. Er talið 100, er býtið javnt.

Eisini vísir myndin, at í Íslandi, Noregi, Svøríki og Álandi er so at siga javnt býti millum kvinnur og menn, men tað er yvirvág av kvinnum í Danmark og Finnlandi, men undirskot av kvinnum í Føroyum og Grønlandi.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking