• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fólkatal, flyting og burðaravlop

Tað eru tveir tættir, sum avgera gongdina í fólkatalinum og broytingar í fólkasamansetingini. Tað eru:

  • burðaravlopið, sum er munurin á, hvussu nógv verða fødd, og hvussu nógv doyggja hvørt ár, og
  • nettoflytingin, sum er munurin millum tilflyting úr útlondum og fráflyting til útlond.

Í flestu londum er tað burðaravlopið, sum hevur størstu ávirkanina á gongdina í fólkatalinum, meðan til- og fráflyting hevur minni týdning. Soleiðis var eisini í Føroyum fyrr, men seinastu tríati árini hevur tað verið flytingin millum Føroyar og útlond, sum hevur størstu ávirkanina á, um fólkatalið veksur, minkar ella stendur í stað.

Hetta kemur av, at samanborið við onnur lond hava vit lutfalsliga nógv størri til- og fráflyting. Vit flyta oftari til og frá. Ein av orsøkunum er, at Føroyar eru eitt avmarkað og lítið landøki við lítlum fólkatali, og hevur tí størri tørv á samskifti við onnur lond, m.a. viðvíkjandi útbúgvingar- og vinnumøguleikum.

Harafturat hevur flytingin ávirkan á burðaravlopið: hetta kemur av tí einfaldu orsøk, at nógv tey flestu av teimum, sum flyta, eru ungar kvinnur og ungir menn, og júst tey eru aftur avgerandi fyri, hvussu nógv børn verða fødd í komandi ættarliðum. Hava vit t.d. eitt tíðarskeið við eini støðugari fráflyting, so merkir tað, at ættarliðið av ungum kvinnum, sum skal seta børn í verðina, verður minkandi – og harav fylgir so eitt minkandi barnatal.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Av myndini omanfyri, ið vísir gongdina í burðaravlopi og nettoflyting frá 1951 til nú, ber til at síggja, at flytingin hevur ongantíð havt so stóran týdning fyri gongdina í fólkatalinum sum seinastu 25 árini.

  • Í 1950-árunum og inn í 1960-árini vóru trupul ár, har manglandi virkis- og vinnumøguleikar gjørdu, at rættiliga stór fráflyting var av landinum, har ein serliga stórur partur var ungar kvinnur.
  • Eftir hetta er eitt 15 ára langt tíðarskeið við stórum vinnuligum, búskaparligum og samfelagsligum framburði. Føroyska vælferðarsamfelagið verður skipað og útbygt við nógvum arbeiðsplássum bæði í privatum og almennum tænastum, ið serliga geva kvinnum møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, sum aldrin áður. Tað sæst aftur í demografisku gongdini, har øðrumegin burðaravlopið fer at minka, men hinvegin vendir fráflytingin til eina árliga lítla tilflyting. Hetta er einasta tíðarskeiðið, har heildargongdin í so nógv ár hevur verið merkt av tilflyting.
  • Framgongdin fekk ein bráðan enda í 1989 við álvarsligu búskaparligu og vinnuligu kreppuni, ið vardi heilt fram til 1995. Hetta gjørdist eisini ein ógvislig kreppa fyri føroysku húsarhaldini, arbeiðsloysið fleirfaldaðist og kom, tá ringast stóð til, upp um 20%. Hesi árini rýmdu fólk í hópatali av landinum, meir enn 7.000 fólk tey sjey árini (í nettofráflyting).
  • Síðan komu nøkur ár frá 1996 til 2003, har nøkur fluttu heimaftur, men tað bleiv ongantíð meir enn ein góður triðingur.
  • Frá 2004 hevur aftur verið ein rættiliga stór nettofráflyting – í miðal 235 fólk um árið. Í 2013-14 er gongdin tó meira positiv við eini nettotilflyting, men óvist er, hvussu longi tað varar, tí hetta tykist at vera eitt frávik eftir langtíðargongdini at døma.

Verður hugt at gongdini í burðaravlopinum, er hon ein heilt onnur: við onkrum frávikum (mitt í 1960-árunum og síðst í 1980-árunum) minkar burðaravlopið javnt og samt alt hetta langa tíðarskeiðið úr 5-600 niður í minni en helvtina. Hetta er stóri munurin millum 1950- og 1960-árini og seinastu 10 árini:

  • Sjálvt um fráflytingin í 1950- og 1960-árunum var í miðal umleið 240 um árið, var skaðin ikki so stórur, tí burðaravlopið var meir enn dupult so stórt. T.v.s. at fráflytingin tók bara knappa helvt av burðaravlopinum, og tí var framvegis ein hampiliga stórur fólkavøkstur.
  • Stóri trupulleikin nú er tann, at burðaravlopið er minkað so nógv, at tað er ikki nógv størri enn fráflytingin, og so er ov lítið til at fylla aftur í holini eftir fráflytingina. Tá er vandi fyri at koma í eina ónda ringrás, har nýggju ættarliðini verða støðugt minni, og burðaravlopið kann minkað niður um fráflytingina. Meira er um henda samanhangin er í næsta grein um tey ungu ættarliðini.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015