• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Stóra broytingin í fólkatali og íbúgvaviðurskiftum í Føroyum tók seg upp og er farin fram um umleið somu tíð og á umleið sama hátt sum í okkara grannalondum.

Av tí at tað er eitt rættiliga reglubundið mynstur í hesi gongdini frá seinast í 18. øld til seinast í 20. øld, hevur hon eitt serligt heiti í demografiini og verður nevnd demografiska transitiónin ella umbroytingin. Hon er sermerkt fyri gongdina í framkomnu londunum í Europa og í vesturheiminum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Demografisk umbroyting í 5 høvuðsstigum

Myndin lýsir gongdina í demografisku umbroytingini í 5 høvuðsstigum.

Myndin lýsir gongdina í demografisku umbroytingini í 5 høvuðsstigum.

Fyrsta stig: Høgur føðitíttleiki og høgur deyðatíttleiki. Fólkavøksturin er lítil og ongin. Feudal samfelagsskipan. Lívsgrundarlagið er tað, sum jørðin gevur av sær. Men úrtøkan er svikalig, og hungursneyð og umfarssóttir eru afturvendandi. Tí eru stór lop í deyðatíttleikanum, sum er størstur hjá smábørnum.

Annað stig: Føðitíttleikin er framvegis høgur, men deyðatíttleikin er nú fallandi. Gongd kemur á fólkavøksturin. Føðslugrundarlagið verður betri við betri framleiðsluháttum í landbúnaðinum, vøkstri í handverki, handli og byrjandi ídnaði. Við øktari upplýsing fylgir útbreiðslan av grundleggjandi kunnleika um reinføri, føðslu og sjúkuelvandi viðurskifti eins og almennar fyriskipanir um fólkaheilsu og fyribyrging. Hetta hevur serliga við sær minkandi smábarnadeyða.

Triðja stig: Umframt áhaldandi fall í deyðatíttleikanum, er nú eisini føðitíttleikin fallandi. Við minkandi barnadeyðanum er ikki longur sami tørvur á at føða eins nógv børn sum áður til tess at tryggja grundarlagið hjá familjuni. Býargerðin økist við stórari fólkaflyting úr landbúnaðinum til býirnar, har ein ídnaðarlig kollvelting fer fram. Almennur skúlaskapur verður skipaður. Barnaarbeiði verður bannað. Arbeiðsmarknaðurin verður skipaður. Kvinnurnar fáa størri leiklut í almenna samfelagnum.

Fjórða stig: Fallið í bæði deyðatíttleika og føðitíttleika steðgar, so bæði leggja seg nakað javnt á einum lágum stigi. Fólkavøksturin minkar niður móti eini støðugari javnvág. Livikorini eru nógv batnað við góðum heilsu- og almannaviðurskiftum. Familjumynstrið er broytt til smáar kjarnufamiljur. P-pillarin og onnur fyribyrging umframt møguleikar fyri barnsburðarfarloyvi skapa grundarlag fyri neyvari familjuplanlegging. Kvinnur eru í størri mun komnar út á arbeiðsmarknaðin og verða meira fíggjarliga sjálvstøðugar.

Fimta stig: Síðani seinast í 20. øld hava nógv lond fingið eina eldri fólkafjøld, har parturin av eldri og gomlum er tann mest skjóttveksandi parturin av fólkatalinum. Hetta hevur við sær, at deyðatíttleikin veksur, og av tí at føðitíttleikin framvegis minkar, hevur deyðatíttleikin lyndi til at fara upp um føðitíttleikan, so at fólkatalið nú verður minkandi. Í nógvum londum er samstundis ein økt tilflyting, serliga frá minni framkomnum londum, sum heldur fólkatalinum uppi. Samstundis hendir ein vinnulig og búskaparlig umbroyting, har londini flyta seg úr ídnaðarsamfeløgum til tænastu- og vitanarsamfeløg. Hetta ger seg eitt nú galdandi fyri tey mest framkomnu londini í vesturheiminum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Umbroytingin í Føroyum, samanborin við onnur lond

Myndin niðanfyri vísir, hvussu demografiska umbroytingin er farin fram í Føroyum við gongdini í føði- og deyðatíttleika frá 1720 til okkara dagar. Henda gongdin í Føroyum er nakað øðrvísi enn tann gongdin, sum er lýst við teim fimm stigunum í demografisku transitiónini, sum hevur verið galdandi í flestu londunum í vesturheiminum.

Ein høvuðsmunur er í 1. stigi í demografisku umbroytingini, har Føroyar hvørki hava tann høga føðitíttleikan ella deyðatíttleikan, sum annars eyðkennir støðuna á hesum stigi. Í øðrum londum var føðitalið sera høgt, tí undir kørgum samfelagsligum umstøðum við sera høgum deyðatíttleika, var neyðugt at seta nógv børn í verðina, so at nóg nógv kundu koma undan, bæði til at tryggja neyðuga tilgongd av arbeiðsmegi og til at tryggja lívsuppihaldið hjá einstøku familjunum.

Í Føroyum var í patriarkalsku sosialu skipanini í gamla bóndasamfelagnum hvørki møguligt - av familjuavmarkandi skipanum sum trælalógini - ella neyðugt - av lága deyðatíttleikanum - at seta nógv børn í verðina. Við avmarkaða framleiðslugrundarlagnum var ikki rúm fyri vøkstri, men heldur neyðugt at tryggja eina støðuga javnvág.

Munurin sæst best, um vit samanbera gongdina í Føroyum við gongdina í Danmark í sama tíðarskeiði frá fyrst í 18. øld til okkara dagar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Demografiska umbroytingin í Danmark er sum í hinum Norðurlondum og fylgir tí klassiska mynstrinum við teimum 5 stigunum, sum greitt er frá omanfyri.

Umframt tann stóra munin longu á fyrsta stigi, er ein annar høvuðsmunur millum Føroyar og onnur lond, at føðitíttleikin í Føroyum heldur fram at veksa heilt inn í 20. øld, meðan hann í Danmark verður liggjandi javnt á sama stigi fram til aldarskiftið um 1900. Síðani fellur føðitíttleikin javnt og samt í báðum londum.

Eisini er munur á gongdini í deyðatíttleikanum, har deyðatíttleikin í Føroyum liggur munandi lægri enn í Danmark heilt fram til aldarskifti um 1900.

Endiliga er munur á seinast í tíðarskeiðnum, t.e. í dag, har føðitíttleiki og deyðatíttleiki eru eins høgir í Danmark. Tað hevur við sær, at onki burðaravlop er til natúrligan fólkavøkstur. Danmark er við øðrum orðum komið inn í fimta stigið í demografisku broytingini, og tað er nú orsakað av tilflyting, serliga úr fátækari londum, at fólkatalið heldur sær.

Í Føroyum er føðitíttleikin enn nakað hægri enn deyðatíttleikin, og tí er framvegis eitt burðaravlop til fólkavøkstur. Tó er eingin tilflyting í Føroyum, men tvørturímóti ein árlig nettofráflyting, sum tekur meginpartin av tí burðaravlopinum burtur, ið kundi givið fólkavøkstur.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hvat eru útlitini fyri demografisku gongdini?

Spurningurin er, um Føroyar frameftir fylgja somu gongd sum í londunum kring okkum, við at demografiska umbroytingin eisini hjá okkum fer inn í 5. stig, har føðitíttleikin fellur uppaftur meira, til hann liggur ájavnt ella enntá fer niðurum deyðatíttleikan, so støðug minking verður í fólkatalinum.

Tað er í høvuðsheitum bara eitt, sum kann gera, at Føroyar sleppa undan áhaldandi minking í fólkatalinum, og tað er flytingin millum Føroyar og útlond. Tað snýr seg um, hvussu tað verður við fráflytingini úr Føroyum, til dømis hvussu tað eydnast at fáa fólk at støðast í Føroyum. Og enn týdningarmiklari er spurningurin um tilflytingina til Føroya. Lutvíst kann hetta snúgva seg um tilflyting av borgarum úr fremmandum londum.

Eisini hevur tað stóran týdning fyri fólkatalið, um ungu fólkini, serliga kvinnurnar, sum á hvørjum ári fara úr Føroyum í útbúgvingar- ella øðrum ørindum, velja at flyta aftur til heimlandið.

Hvat fer at henda við demografisku gongdini komandi árini, er tí í minni mun ein spurningur um føðitíttleika og deyðatíttleika, men í størstan mun ein spurningur um, hvussu framtíðargongdin verður við fráflyting og tilflyting.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesi síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Keldur

C. P. Blacker: Stages in population growth, í Eugenics Review 1947. PubMed Central, U.S. National Institutes of Health: www.ncbi.nlm.nih.gov/pmc/articles

Danmarks Statistik: Fólkateljingar 1801, 1901, 1977.

Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne 1720-1831, Københavns Universitet 1984.

Rolf Guttesen: Historisk Befolkningsgeografi, í Topografisk Atlas Færøerne, Det Kgl. Danske Geografiske Selskab, 1996.

Hagstova Føroya: Hagtalsgrunnur, www.hagstova.fo

Hans Pauli Strøm: Demografiska menningin síðstu 300 árini, Hagstova Føroya: http://www.hagstova.fo/fo/talt-og-hagreitt/ibugvar

Warren S. Thompson: Population, í American Journal of Sociology 34(6): 959-975, 1929

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015