• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Upp gjøgnum miðøld og heilt fram til seinnu helvt av 18. øld var fólkatalið støðugt lágt í flestu londum á okkara leiðum og í Evropa sum heild. Hóast høgan føðitíttleika stóð fólkatalið mest sum í stað, lutvíst av tí at deyðatíttleikin var nærum líka høgur, og lutvíst av, at tað lítla burðaravlopið, sum var, so dánt vigaði upp móti stóru missunum, sum við millumbilum stóðust av afturvendandi umfarssóttum, hungursneyð og kríggjum.

Eisini í Føroyum var fólkatalið sera lágt og nærum óbroytt alt hetta tíðarskeiðið, men her vóru orsøkirnar heldur at finna í veikum tilverugrundarlagi. Lívsuppihaldið bygdi á fornaldarligt jarðarbrúk, har úrtøkan eisini varð avmarkað av harðbalnum veður- og gróðrarlíkindum. Avlop var einki at standa ímóti við, tá misvøkstur og fellisár raktu. Samfelagsligu berievnini í hesum lítla og fjarskotna landið rukku tí ikki til vøkstur í føðigrundarlagi og fólkatali.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Seinast í 18. øld henda stórar broytingar bæði í føðitíttleika og deyðatíttleika, sum kollvelta demografisku gongdina víða um við stórum fólkavøkstri og víðfevndum broytingum í fólkasamansetingini og búsetingarháttunum. Henda gongdin varir til seinast í 20. øld, og tá er fólkatalið fleirfaldað, 5 til 10 ferðir. Tá kemur stígur í, fólkatalið stendur í stað ella verður spakuliga minkandi summastaðni. Nú er orsøkin, at eins og deyðatíttleikin er fallin, er eisini føðitíttleikin fallin og fleiri staðni niður um deyðatíttleikan.

Myndin við gongdini í fólkatalinum vísir, at frá tí fyrsta, vit hava metingar um fólkatalið fyrst í 14. øld, stendur tað nærum óbroytt í stað eini 500 ár, heilt fram til fyrst í 19.øld. Síðan var so stórur vøkstur, at fólkatalið tíggjufaldaðist hesi síðstu 200 árini. Aftan fyri so ógvisliga broyting í fólkatalinum vóru stórar samfelagsbroytingar, ið aftur vóru avgerandi fyri stóran vøkstur í føðitíttleikanum og minking í deyðatíttleikanum.

  • Úr tí stirðnaða bóndasamfelagnum skapast frá síðst í 18. øld so líðandi eitt nýtt grundarlag fyri fólkavøkstri og samfelagsmenning. Útróður og traðarbrúk mentust og blivu vinnu- og lívsgrundarlag hjá veksandi fjøld av ognarleysum, ið verður nýggja samfelagsstættin, har húsarhaldini fjølgaðust og gjørdust barnríkari. Rættilig ferð kemur tí á fólkavøksturin frá fyrst í 19. øld og heldur fram og økist enn meir upp gjøgnum alla øldina.
  • Broytingarnar slóða fyri, at frá síðst í 19. øld veksur eitt nýtt vinnu-, framleiðslu- og sam­felags­­mynstur fram, har skipsfiskiveiða og lønararbeiði á landi í fiskavirking, handverks-, byggi- og handilsvinnu útvegar størri og veksandi grundarlag fyri betri inntøku, matarhaldi og klæði, bústaðar- og heilsuviðurskiftum og sosialum korum annars.
  • Í seinni helvt av 20. øld heldur fólkavøksturin fram, um enn við nakað minni ferð. Føroyska vælferðarsamfelagið verður til, og familju-, arbeiðs- og hugsunarhættir broytast grundleggjandi.
  • Stóríløgur eru í samferðslukervi, samskifti, skipaflota, vinnutól á landi og tænastufyritøkur.
  • Ein stórur almennur tænastu- og virkisgeiri verður uppbygdur, m.a. á útbúgvingar-, almanna- og heilsuøkinum. Samstundis broytist privati vinnugeirin, so at alt størri fjøld av løntakarum flyta seg úr veiði- og framleiðsluvinnum yvir í fjølbroyttar tænastuvinnur.
  • Ferðasambandið við útheimin fleirfaldast og stórur partur av ungdóminum søkir sær hægri útbúgvingar, nógv teirra í útheiminum.
  • Broyttir hugburðir til siðbundnar kynsleiklutir, betri atgongd til barnsburðarplanlegging, øktu arbeiðsmøguleikarnar í privatum og almennum tænastuvinnum, saman við útbygging av dagstovnum og almennari eldrarøkt, geva betri møguleikar fyri at samskipa familju- og arbeiðslív, og kvinnurnar gerast virknar á arbeiðsmarknaðinum í næstan líka stóran mun sum menn.

Við hesi gongdini er nátturligi fólkavøksturin nú aftur minkaður niður á sama støði sum fyrst í 19. øld, roknað lutfalsliga sum burðaravlop fyri hvørjar túsund íbúgvar.

Tá flytingin millum Føroyar og útlond samstundis er blivin ein miðal árlig nettofráflyting, ið tekur helvtina ella meir burtur av burðaravlopinum, er úrslitið, at vøksturin í fólkatalinum er mest sum støðgaður upp. Hetta er langtíðargongdin, hóast einstøk ár kunnu víkja frá, sum nú 2013-14.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Á myndini sæst hvussu fólkatalið er vaksið fyri kvinnur og menn frá 1801 til í dag. Seinni helvt av 19. øld er ein lítil yvirvág av kvinnum, men frá umleið 1930-40 fer strikumyndin líðandi í tvey og kynslutfallið vendir, so tað verður ein munandi yvirvág av monnum. Ein høvuðsorsøk til hetta er skeiva kynsbýtið í fráflytingini av landinum, sum tekur seg upp tá og heldur fram til okkara dagar.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Keldur

Hagstova Føroya: Hagtalsgrunnur, www.hagstova.fo

Danmarks Statistik: Fólkateljingar 1801, 1901, 1977.

Bergur í Garði: En historisk demografisk undersøgelse af udviklingen på Færøerne 1720-1831, Københavns Universitet 1984.

Hans Pauli Strøm: Demografiska menningin síðstu 300 árini, Hagstova Føroya: http://www.hagstova.fo/fo/talt-og-hagreitt/ibugvar

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015