• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
© Mureldur
© Mureldur

Norðurlond skilja seg frá øðrum londum við at hava góðar skipanir fyri foreldur í sambandi við barnsburð. Talan er bæði um rætt til farloyvi frá arbeiði og um at fáa dagpengar útgoldnar í farloyvistíðini. Dagpengaupphæddin er vanliga sett eftir inntøkuni í einum ávísum tíðarskeiði frammanundan.

Skipanirnar eru ymiskar til longdar, frá hálvum ári í Finnlandi til 1 ár og 4 mánaðir í Svøríki. Eisini er ymiskt, í hvønn mun partar av barnsburðarfarloyvinum eru til antin mammuna ella pápan burturav, ella um talan er um frítt val millum foreldrini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Yvirlit yvir longd á barnsburðarfarloyvi við útgjaldi í Norðurlondum

Føroyar: Tilsamans 42 vikur. Mamman 4 vikur áðrenn barnsburð. Eftir barnsburð: mamman 14 vikur og pápin 4 vikur. Haraftrat eru 20 vikur fríar at býta millum foreldrini. Pápin kann lata 2 vikur av sínum 4 til mammuna. Sostatt eru 2 vikur markaðar burturav til pápan.

Ísland: Tils. 9 mánaðir (uml. 39 vikur). Mamma: 3 mánaðir. Pápi: 3 máðanir. Bæði at deila: 3 máðanir.

Danmark: Tils. 52 vikur. Mamma: 4 vikur áðrenn og 14 vikur eftir føðing. Pápi: markað 2 vikur. Bæði at deila: 32 vikur.

Svøríki: Tils. 480 dagar (uml. 69 vikur). Mamma: 420 dagar. Pápi: markað 60 dagar.

Noreg: Tils. 47 vikur við 100% útgjaldi ella 57 vikur við 80% útgjaldi. 14 vikur markaðar til pápan.

Finnland: Tils. eitt hálvt ár (26 vikur) til bæði at deila. Onki markað burturav til pápan.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ordiligir menn taka ikki barnsburðarloyvið!

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Føroyskir pápar ikki raskir at brúka barsilsfarloyvi

Í Føroyum kunnu mammur fáa barsilsfarloyvi við útgjaldi í upp til 36 vikur eftir barnsburð, og 2 vikur eru markaðar til pápar. Sjálvt um tað er í avmarkaða tíð, at pápar kunnu fáa barsilsfarloyvi, er tað meir enn ein triðingur av pápunum, sum als ikki nýtir hetta høvi.

Sum sæst á myndini, ið vísir prosent-partin av føroyskum pápum, sum fara í barnsburðarfarloyvi, er einki sum bendir á, at talið av føroyskum pápum, sum fara í barnsburðarfarloyvi, er vaksandi. Hinvegin vísir myndin, at talið er minkandi: í 2006 brúktu 68 % av pápunum hendan møguleika, meðan talið í 2011 var 56 %.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samanborið við onnur Norðurlond eru Føroyar í botninum, tá ið talan er um, hvussu stóran part av samlaðu barsilsdøgunum páparnir brúka. Her liggja íslendsku páparnir langt ovast, hóast talið seinastu árini er lækkandi. Svensku páparnir liggja eisini ovarliga; frá 2003 til 2011 er talið hækkað úr 17 upp í 24%.

Niðast liggja Danmark, Finnland og Føroyar. Samstundis sum tað er ein lítil vøkstur hjá donskum og finskum pápum í nýtsluni av barsilsdøgum frá 5-6% upp í 8-9%, er støðan óbroytt hjá føroyskum pápum: undir 6% í 2003 og í 2011.

Merkisvert er, at bæði londini, ið liggja ovast, hava fleiri markaðar farloyvisdagar til pápar enn hini londini.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Skulu pápar 'noyðast' í barnsburðarfarloyvi?

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking