• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Endamálið við hesum partinum er at lýsa fosturtøku í Føroyum og aðrastaðni. Tá ið parturin er gjøgnumgingin, ber til at viðgera hesar spurningar:

  1. Hvørjar kunnu orsøkirnar vera til stóra munin á talinum á framdum fosturtøkum í Føroyum og í øðrum londum?
  2. Skal fosturtøka vera frí í Føroyum? Hví? Hví ikki?
  3. Ofta verður sagt, at føroyskar kvinnur ferðast til Danmarkar fyri at fáa fosturtøku, um tær vilja. Hvat heldur tú um tað?
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Graviditetstest

© Mureldur

Graviditetstest

© Mureldur
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fosturtøka – eitt evni, sum fólk eru ósamd um

Føroyska fosturtøkulógin er frá 1956. Sambært hesi lóg er fosturtøka ikki frí í Føroyum, men undir ávísum umstøðum ber tó til at fremja fosturtøku. Galdandi lóg um fosturtøku sæst her.

Ein yvirlækni í starvi á føroyskum sjúkrahúsi kann taka avgerð um at fremja fosturtøku, um gentan ella kvinnan er í lívsvanda, ella um vandi er fyri sjúku. Ynskir gentan ella kvinnan fosturtøku í øðrum førum, skal avgerð takast um hetta í samráð millum læknan, sum ger fosturtøkuna, og ein annan lækna.

Sambært lógini ber til undir ávísum umstøðum at fáa fosturtøku, til gentan ella kvinnan er í 16. viku.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Støðugt færri fosturtøkur

Síðstu tjúgu árini er talið av fosturtøkum minkað støðugt. Síðani miðskeiðis í 1990-árunum, tá ið tað lá millum 50-60 fosturtøkur árliga, er talið støðugt minkað niður móti 30 síðstu árini og nú í 2013 heilt niður í 23. Tølini eru smá, so sveiggini eru stór frá einum ári til annað, men langtíðargongdin er greið, sum eisini sæst á strikumyndini niðanfyri.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Eisini tá ið vit rokna fosturtøkurnar lutfalsliga í mun til talið av livandiføddum, er myndin tann sama. Miðskeiðis í 1990-árunum vóru tað um 80-90 fosturtøkur fyri hvørji 1.000 livandifødd, men síðstu árini er talið minkað niður móti 50 og í 2013 fór tað niður um 40.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Nógv fægst fosturtøkur í Føroyum

Samanborið við onnur Norðurlond eru nógv fægst fosturtøkur í Føroyum, roknað fyri hvørji 1.000 livandifødd. Grønland stendur heilt fyri seg, har umleið líka nógvar fosturtøkur eru sum livandifødd. Í hinum Norðurlondunum er fosturtøkutíttleikin 4-7 ferðir so stórur sum í Føroyum. Leggjast kann afturat, at føroyska fosturtøkulógin er eisini tann, sum nógv mest avmarkar atgongdina hjá kvinnum til fosturtøku.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Vit spyrja yvirlæknan

Vit hava spurt Katrina Kallsberg, sum er yvirlækni á Landssjúkrahúsinum við sergrein innan kvinnusjúkur, umframt at hon er forkvinna í Javnstøðunevndini, hvørjar orsøkir eru til, at tað eru so nógv færri føroyskar gentur og kvinnur, sum velja fosturtøku, samanborið við gentur og kvinnur í øðrum Norðurlondum.

Katrin Kallsberg heldur, at høvuðsmunurin er, at Føroyar sum tað einasta Norðurlandið ikki hava fría fosturtøku. Gentan ella kvinnan í Føroyum kann sostatt ikki sjálv gera av, um hon ynskir fosturtøku.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tað sosiala og tætta ger tað einfaldari

Katrin Kallsberg vísir á, at føroysku tølini vísa, at bara nakrar heilt fáar ungar gentur velja fosturtøku, um tær gerast við barn, og at tað eru lutfalsliga fleiri av teimum ungu gentunum, sum føða barnið heldur enn at fáa fosturtøku. Hetta sær Katrin Kallsberg sum eina ábending um, at Føroyar eru eitt gott stað at fáa børn í, og at tøttu familjusambondini lætta um støðuna hjá ungum mammum.

Vit kenna øll onkra unga mammu, og tað er ikki nøkur vanlukka at gerast við barn og at fáa barn. Hesin hugburður er vanligur í Føroyum, og her er tað vanligt og sosialt góðtikið at fáa barnið, meðan tað ikki er so væl dámt at fáa fosturtøku.

Í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska kann tað vera ringt at krógva tað, vit gera, fyri øðrum. Øll kenna øll, og alt frættist. Tankin um, at onnur fáa frænir av eini fosturtøku kann sambært Katrini Kallsberg eisini halda føroyskum gentum og kvinnum aftur frá at fáa fosturtøku, og hetta kann vera partur av orsøkini til lágu føroysku fosturtøku-tølini.

Harafturat hava vit eina jaliga fatan av familjulívinum, og ungfólk ræðast ikki børn og tað at gerast foreldur. Vit hava avmarkaðan veg til og frá arbeiði, dagstovnum og øðrum støðum, har vit dagliga hava okkara gongd. Og familjan er ikki so langt burturi.

Tað sosiala og tætta í smáum samfeløgum ger tað rættiliga einfalt at hava børn í Føroyum, sigur Katrin Kallsberg.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Etiskt mál

Sum lóggevandi vald er tað Føroya løgting, ið ger lógir fyri føroyska samfelagið. Ein møgulig broyting í galdandi lóg um fosturtøku, sum er frá 1956, og tískil má sigast at vera gomul, skal samtykkjast í løgtinginum.

Politiskt er fosturtøka eitt sonevnt etiskt mál, og í flestu flokkum taka politikarar støðu til etisk mál hvør sær, uttan at vera bundnir at eini áskoðan, sum flokkurin, tey umboða, hevur á hesi mál.

Sum yvirlækni setir Katrin Kallsberg spurnartekin við ta hugsjón, at fosturtøka undir ongum umstøðum skal verða loyvd. Katrin heldur tað ikki vera rímiligt, at ein genta ella kvinna er noydd at bera barnið fult út, til dømis um hon veit, at barnið hevur álvarsom brek, ið gera, at tað ikki er lívført, men heilt vist doyr stutt eftir, at tað er borið í heim.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fosturtøku-ferðavinna

Vanligt er í teimum londum, sum ikki loyva fosturtøku, at gentur og kvinnur ferðast til onnur lond, har fosturtøka er loyvd, um tær vilja hava fosturtøku. Fosturtøku-ferðavinna verður hetta fyribrigdið nevnt.

Eisini eru føroyskar gentur og kvinnur, ið ferðast til Danmarkar fyri at fáa fosturtøku. Tað krevur, at gentan ella kvinnan flytur bústað úr Føroyum til Danmarkar, fær samband við ein danskan lækna, og at hon hevur ráð til ein ferðaseðil til Danmarkar.

Til ber eisini at fara á privata læknastovu at fáa fosturtøku. Tá er ikki neyðugt at flyta bústað, og fosturtøkan er ikki ókeypis. Kostnaðurin liggur um 10.000 krónur og veldst um, hvørt talan er um medisinska fosturtøku, har gentan ella kvinnan fær heiligvág, sum drívur fostrið út, ella um kirurgiska fosturtøku, gentan ella kvinnan verður løgd undir skurð fyri at taka fostrið.

Tað er ógjørligt at siga, hvussu nógvar gentur og kvinnur hvørt ár ferðast til Danmarkar fyri at fáa fosturtøku, tí hesi tøl verða ongastaðni skrásett.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fosturtøka – fyri ella ímóti?

Fosturtøka er ikki frí í Føroyum, men javnan er orðaskifti um evnið. Her sum aðrastaðni er spurningurin um fosturtøku eitt evni, ið kann øsa fólk, og tað eru fá, sum ikki hava eina áskoðan um hetta.

Fyri lívi, siga tey, sum eru ímóti fosturtøku; tí lívið byrjar við gitnaðin, og lív skal ikki takast.

Fyri vali, siga tey, sum eru fyri, at gentur og kvinnur sjálvar kunnu taka avgerð; tí onkuntíð kann fosturtøka vera einasta loysnin, og eingin uttan gentan ella kvinnan sjálv kann taka eina slíka avgerð.

Niðanfyri er ein listi við grundgevingum, sum ofta verða førdar fram ávikavist fyri lívi og fyri vali.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fyri lívi

  • Fosturtøka er at taka lív - lívið byrjar, tá ið eggið verður gitið av sáðnum
  • Fosturtøka skal ikki brúkast sum fyribyrging – nógv sløg av fyribyrging finnast, so tað ber til ikki at gerast við barn, um hetta ikki er ætlanin
  • Fosturtøka virðir ikki rættindini hjá ófødda barninum
  • Ættleiðing er ein møguleiki, um ein genta ella kvinna gerst við barn. Nógv fólk ynskja at gerast foreldur uttan at fáa børn, og tey vilja fegin ættleiða barnið, sum kann verða borið í heim, heldur enn at mamman fær fosturtøku
  • Fosturtøka kann elva til, at gentan ella kvinnan fær heilsuligar trupulleikar seinni í lívinum: hon kann gerast við barn uttanfyri lívmóðrina, fáa undirlívsbruna og aðrar heilsuligar løstir
  • Fosturtøka elvir til sálarligan kvøl og strongd, og tær flestu gentur og kvinnur angra, at tær valdu fosturtøku
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Fyri vali

  • Fosturtøka er ikki dráp, tí at hon verður framd, áðrenn eitt fostur er vorðið til eitt menniskja. Eitt fostur verður ikki til eitt menniskja, áðrenn tað kemur út úr lívmóðrini.
  • Eingin fyribyrging veitir 100 prosent trygd fyri, at gentan ella kvinnan ikki verður við barn. Talan kann eisini vera um neyðtøku ella um kynsliga misnýtslu. Tí kann fosturtøka gerast neyðug
  • At geva eitt barn burtur til ættleiðingar kann hava við sær eins nógvan kensluligan skaða sum ein fosturtøka
  • Eingin uttan gentan ella kvinnan eigur at ráða yvir kroppi sínum. Tí kann eingin uttan gentan ella kvinnan taka hesa avgerðina fyri hana
  • Um fosturtøka ikki er frí og kann fáast í tryggum umhvørvi av skikkaðum læknum, royna gentur ella kvinnur at finna aðrar, ótryggar loysnir, tí tað er altíð onkur, sum hevur tørv á at fáa fosturtøku. Hetta kann vera vandamikið fyri heilsuna
  • Tað eru ikki haldgóð prógv fyri, at gentur og kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, hava sálarlig árin av hesum restina av lívinum
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hagtalsmyndir til hesa síðuna:

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015