• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Almannapensjón

Fólkapensjón og fyritíðarpensjón. Ofta verður samhaldsfasti arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin eisini roknaður sum almannapensjón, tí at øll eiga rætt til útgjald úr samhaldsfasta. Munurin er, at mótvegis fólka- og fyritíðarpensjón, ið verða fíggjað av tí almenna yvir skattin, verður Samhaldsfasti  fíggjaður við inngjøldum frá løntakarum og arbeiðsgevarum. Onnur pensjón, ið ikki er almannapensjón, er tænastumannapensjónir og eftirlønaruppsparing, sum er ásett sambært sáttmála millum partarnar.

Arbeiðsmarknaður

Arbeiðsmarknaður fevnir um útboð og eftirspurning av arbeiðsmegi, t.e. øðrumegin tey fólk, sum eru í vinnu ella eru tøk og bjóða seg fram at arbeiða eftir givnum treytum, og hinumegin fólk og fyritøkur, sum hava ella spyrja eftir at fáa fólk at arbeiða fyri seg. 

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015