• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Hesin parturin viðger inntøkuna hjá kvinnum og monnum. Tá ið hesin parturin er gjøgnumgingin, ber til at viðgera hesar spurningar:

  1. Hvørjar kunnu orsøkirnar vera til inntøkumunin millum kvinnur og menn?
  2. Hvørjar kunnu avleiðingarnar av inntøkumuninum vera fyri ávikavist kvinnur og menn?
  3. Hvat er grundarlagið fyri lívsins uppihaldi hjá kvinnum og monnum, og hvat kunnu teir munir, ið eru, stava frá?
  4. Hvat hevur tað at týða at liva í fátækraváða, og hví man tað vera munur millum kynini í hesum?
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
© Mureldur
© Mureldur
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Inntøkurnar eru okkara grundarlag fyri lívsins uppihaldi og persónligu nýtslumøguleikum, men eisini grundarlag fyri tí samfelagsligu vælferð, vit njóta sum felags ágóðar. Hóast lønarinntøka er tann altavgerandi høvuðskeldan til lívsins uppihald, so eru eisini aðrar uppihaldskeldur av stórum týdningi, so sum pensjón, inntøka av egnum virki, dagpengar vegna arbeiðsloysi, sjúku og barsil, lestrarstuðul, stuðul frá foreldrum o.a. Hvat, ið er mest týðandi uppihaldskelda, kann skifta eftir hvørjum aldri ein er í, ungdóms-, eldra- ella í miðjum árum, eftir kyni, møguliga eftir, hvar ein býr og annars eftir ymiskum lívsumstøðum.

Inntøkurnar siga ikki bara nakað um teir møguleikar, vit hava sum einstaklingar og sum húski, men siga eisini, hvussu javnt er býtt millum fólk í mun til kyn og sosialar bólkar. Tá hevur tað nógv at siga, hvussu okkara tilknýti er til arbeiðsmarknaðin, um vit arbeiða fulla ella niðursetta tíð, ella um vit eru óarbeiðsfør av sjúku ella skerdum førleika. Harumframt broytast inntøkuviðurskiftini gjøgnum lívið. Ungfólk, sum eru í læru ella ganga í skúla, hava vanliga ikki stórvegis inntøku, men inntøkan veksur, tá ið vit fáa arbeiði, og hægri løn, tí at starvsaldurin hækkar. Síðani kann inntøkan lækka aftur ímóti ellisárum.

Eitt mát fyri, hvussu javnt ella ójavnt inntøkubýtið er í samfelagnum er, hvussu nógvir borgarar liva í sonevndum fátækraváða. Hetta verður mált hagtalsliga eftir einum altjóða leisti. Hjá summum okkara er inntøkan so lág, at vit kunnu vera í fátækraváða. Umleið tíggjundi hvør er í hesi støðu. Eisini hetta er ymiskt eftir aldri og kyni. Men hvat vil tað siga, at vera í fátækraváða? Og hvussu eru hesi viðurskifti hjá okkum, samanborið við grannalondini?

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015