• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Endamálið við hesum partinum er at lýsa arbeiðsmarknaðin í mun til javnstøðu. Tá ið hesin parturin er gjøgnumgingin, ber til at viðgera hesar spurningar:

  1. Hví man vinnutíttleikin fyri bæði kvinnur og menn vera so høgur í Føroyum í mun til onnur lond?
  2. Hvørjar munir vísa hagtølini í mun til kyn á arbeiðsmarknaðinum? Er javnstøða á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
  3. Hvørjar høvuðsbroytingar eru farnar fram millum høvuðsvinnubólkarnar síðstu fjórðingsøldina, og er nakar munur á broytingunum hjá monnum og kvinnum?
  4. Yvir helvtin av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð. Er tað nógv ella lítið? Hvørjar kunnu orsøkirnar til hetta vera?
  5. Hvørjar avleiðingar kann tað hava fyri einstøku kvinnuna, at hon arbeiðir niðursetta tíð?
  6. Hvørjar avleiðingar kann tað hava fyri samfelagið, at fleiri enn helvtin av føroyskum kvinnum í arbeiðsførum aldri arbeiða niðursetta tíð?
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er serstakur, ikki tí hann er so avmarkaður, men tí hann fevnir um ein størri part av fólkinum enn í flestu øðrum londum. Í Føroyum eru vit sera virkin á arbeiðsmarknaðinum. Tað vil siga, at munandi størri partur av fólkinum frá ungum árum og heilt upp um pensjónsaldur, eru í lønandi vinnu, enn flestu aðrastaðni. Hinvegin, so er nógv størri partur av løntakarunum í Føroyum, serliga kvinnum, sum arbeiðir niðursetta tíð. Hví man tað vera, og hvørjar avleiðingar kann tað hava við sær?

Stórar broytingar eru eisini farnar fram á føroyska arbeiðsmarknaðinum seinastu áratíggjuni, har vit síggja alt færri løntakarar í framleiðsluvinnum og fleiri í tænastuvinnum. Men kynsuppbýtið á arbeiðsmarknaðinum er ikki blivið minni. Tað eru framvegis stórar vinnugreinar, ið mestsum eru antin mannfólkavinnur ella konufólkavinnur burturav.

Við at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum fylgir eisini vandin fyri at kunna gerast arbeiðsleysur. Men hví man tað hava lyndið til at raka kvinnur oftari enn menn?

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Katrin Kallsberg um ójavnan á arbeiðsmarknaðinum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ordiligir menn eru stjórar

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015