• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Endamálið við hesum partinum er at lýsa støðuna á útbúgvingarøkinum í mun til, hvussu nógvar gentur og hvussu nógvir dreingir velja at taka útbúgving. Tá ið hesin parturin er gjøgnumgingin, ber til at viðgera hesar spurningar:

  1. Hví sær mynstrið á útbúgvingarøkinum út, sum tað ger? Hevur hetta mynstrið nakrar avleiðingar fyri javnstøðu í samfelagnum?
  2. Eigur tað almenna at gera nakað fyri at ávirka og broyta mynstrið?
  3. Hvørji viðurskifti kunnu ávirka okkara val av útbúgving? Er tað ymiskt fyri gentur og dreingir?
  4. Hvørjar avleiðingar hevur val av útbúgving fyri einstaka menniskja? Fyri samfelagið?
  5. Hvørjar avleiðingar hevur frával av útbúgving fyri einstaka menniskja? Fyri samfelagið?
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
© Mureldur
© Mureldur
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ókeypis atgongd til útbúgving er eitt av eyðkennunum við okkara samfelag. Vit skulu ganga sjey ár í fólkaskúla og tvey ár í framhaldsdeildini, og nógv tann størsti parturin av okkum heldur fram á miðnámi og síðani á øðrum framhaldandi útbúgvingum. Summi velja praktiska vegin og fara í læru, meðan onnur velja bókliga vegin.

Í vitanarsamfelagnum verða vit eggjað til at útbúgva okkum, tí at tørvur er á útbúnari arbeiðsmegi. Og sum einstaklingar hava vit eina nógv sterkari støðu á arbeiðsmarknaðinum, um vit hava eina formliga útbúgving at vísa á. Fyri einstaka menniskja hevur tað týdning fyri møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, fyri lívsinntøkuna og ofta eisini fyri lívsgóðskuna yvirhøvur at hava útbúgving.

Tað vísir seg, at støðan á útbúgvingarøkinum er ymisk fyri gentur og dreingir. Eftir fólkaskúlan halda munandi fleiri gentur áfram í útbúgvingarskipanini, meðan dreingir í størri mun fella frá.

Í 4. parti hyggja vit at tølum fyri gentur og dreingir í útbúgvingarskipanini. Eisini umrøða vit møguligar orsøkir til, at gentur í størri mun enn dreingir megna at fáa sær framhaldandi útbúgving.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015