• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Endamálið við hesum partinum er at lýsa familjumynstur, samlívsslit og foreldramyndugleika. Tá ið parturin er gjøgnumgingin, ber til at viðgera hesar spurningar:

  1. Hvørjar kunnu orsøkirnar vera til, at skilnaðartíttleikin hevur verið munandi lægri í Føroyum enn í flestøllum av hinum Norðurlondunum?
  2. Hvørjar kunnu orsøkirnar vera til, at talið á hjúnaskilnaðum hevur verið hækkandi seinastu árini?
  3. Eru avleiðingarnar av hjúnaskilnaði ymiskar fyri kvinnur og menn? Hvussu?
  4. Eru rættindini hjá pápum nóg góð?
  5. Hví eru tað næstan altíð mammurnar, sum fáa børnini, eftir at foreldrini eru farin hvør til sítt? Hvørjar avleiðingar hevur hetta fyri børnini? Fyri foreldrini?
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
© Mureldur
© Mureldur
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Familja og húski eru tann sosiala grundeindin í samfelagnum. Vit liva í húskjum sum børn og foreldur, sum makar ella sum støk.

Her hyggja vit at, hvussu hesir sosialu karmar eru um okkara lív. Um hvussu húskini eru samansett, um familjur við børnum og uttan børn. Um samlivandi pør, ið kunnu vera gift ella ógift. Og um stakar uppihaldarar.

Nógv tey flestu, ið ganga saman í parlag, verða gift ella vígd. Síðstu árini er hetta ikki broytt nógv. Men parlagið verður eisini slitið, og seinastu 15 árini hevur verið vaksandi tal av hjúnaskilnaðum.

Hvørjar eru avleiðingarnar av hjúnaskilnaði? Hvussu broytast leiklutirnir hjá teimum fráskildu? Og hvør verður um børnini? Hetta snýr seg í stóran mun um foreldramyndugleikan. Hvussu verður avgjørt, hvør skal hava foreldramyndugleikan, og hvat vil tað siga? Hvussu við rættindunum hjá barninum, hjá mammuni og hjá pápanum?

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking