• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Endamálið við hesum partinum er at lýsa gongdina í føðitíttleika og orsøkir til, at kvinnur í dag fáa færri børn, enn tær fingu fyrr. Eisini fevnir hesin parturin um eina lýsing av møguleikanum at fara í barnsburðarfarloyvi fyri mammur og pápar.

Tá ið hesin parturin er gjøgnumgingin, ber til at viðgera hesar spurningar:

  1. Hvørjar eru orsøkirnar til, at kvinnur í dag fáa færri børn enn áður?
  2. Hví eru kvinnur í dag eldri, tá ið tær gerast mammur, enn tær vóru fyrr?
  3. Hvørjar kunnu orsøkirnar vera til, at hvør einstøk kvinna í Føroyum fær fleiri børn enn kvinnur í øðrum londum í Evropa?
  4. Hví fara ikki fleiri pápar í barnsburðarfarloyvi?
  5. Skal partur av barnsburðarfarloyvinum markast til pápan, ella skulu foreldrini sjálvi avgera hetta?
  6. Hvørjar avleiðingar kunnu vera av at fáa færri børn? Fyri familjuna? Fyri samfelagið?
  7. Ber til hjá tí almenna at ávirka føðitíttleikan?
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
© Mureldur
© Mureldur

At seta børn í heimin ella gerast foreldur er ein kensluliga stór hending, sum hevur við sær nógvar avbjóðingar av fíggjarligum og praktiskum slagi, sum foreldrini skulu taka støðu til.

Hesar avbjóðingar kunnu vera stórar, og tær hava ofta ymsar avleiðingar fyri mammuna og pápan.

Burðartíttleikin er ymiskur frá landi til land, og politiska skipanin skal við hóskandi tilboðum til foreldur og børn skapa karmarnar fyri, at bæði mammur og pápar fáa so góðar umstøður sum gjørligt at skipa teirra gerandisdag sum foreldur. Ein tíðarhóskandi skipan til barnsburðarfarloyvi er partur av hesum kørmum.

Onkuntíð kemur ein genta ella ein kvinna í ta støðu, at hon skal taka støðu til, um hon skal hava fosturtøku. Talið av fosturtøkum í Føroyum er nógv lægri, enn tað er í hinum Norðurlondunum.

Triði partur viðger øki, sum hava við barnsburð og fosturtøku at gera.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015