• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Endamálið við hesum partinum er at lýsa munin á livialdri hjá kvinnum og monnum. Tá ið hesin parturin er gjøgnumgingin, ber til at taka støðu til hesar spurningar:

  1. Hvørjar kunnu orsøkirnar vera til, at kvinnur liva fleiri ár longri enn menn?
  2. Hava kvinnur betri heilsu enn menn?
  3. Hava kvinnur eitt lættari lív enn menn? Duga kvinnur betur at liva enn menn?
  4. Er munur á kvinnum og monnum, tá hugsað verður um, hvat vit doyggja av?
  5. Hvørjar orsøkir kunnu vera til, at livitíðin í Føroyum er longri enn í øðrum Norðurlondum?
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Samfelagsligar skipanir, lívsumstøður, egnar ílegur, atburður, arbeiðslív, alt speglast aftur í okkara lívi, hvussu longi og væl vit liva, og hvat kann gerast atvoldin til okkara deyða.

Í okkara parti av heiminum er livialdurin høgur, og í Norðurlondum, við bestu vælferðarskipanum, liva vit sum heild longri enn nakra aðra staðni í heiminum. Men hóast livialdurin tey nógvu seinastu árini bara er longdur, samstundis sum munurin í lívsumstøðum hjá kvinnum og monnum er alsamt minkaður, so er at undrast á, hví tað framvegis er so stórur munur millum kynini í livialdri?

Við stórum broytingum í livihátti og framstigum í møguleikum fyri og atgongd til heilsubót eru eisini stórar broytingar í teim viðurskiftum, ið elva til sjúkur og vanlukkur, eins og í atvoldunum til okkara deyða. Tað eru alt meira tvær høvuðsorsøkir til okkara deyða, ið eru vanligari enn allar aðrar. Tað eru hjarta- og æðrasjúkurnar og tey nógvu ymisku sløgini av krabbameini, ið standa fyri næstan 60 prosentum av øllum deyðaorsøkum. Tí verður ofta sagt, at í mun til fyrr eru tað lívsstílssjúkurnar, ið eru vanligasta deyðaorsøkin á okkara døgum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015