• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Endamálið við hesum partinum er at lýsa, hvussu fólkasamansetingin í Føroyum er og hevur verið, við serligum atliti at muni millum kynini. Tá ið hesin parturin er gjøgnumgingin, ber til at viðgera hesar spurningar:

  1. Hvat heldur tú vera avgerandi fyri, at kvinnur og menn flyta úr heimbygdini? Og úr heimlandinum til útlandið?
  2. Hvat heldur tú vera avgerandi fyri, at kvinnur og menn flyta aftur til heimbygdina? Og til heimlandið?
  3. Er munur á orsøkunum fyri kvinnur og menn?
  4. Ber til at ávirka fráflyting og tilflyting? Hvussu?
  5. Hvørjar kunnu samfelagsligu avleiðingarnar verða av áhaldandi fráflyting?
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
© Mureldur
© Mureldur
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Íbúgvaviðurskifti fevna víða, frá føroyska miðaldarsamfelagnum við uml. 3-4.000 fólkum upp til stóru umbroytingina, ið tók seg upp síðst í 18. øld og setti ferð á fólkavøkstur og samfelagsbroytingar til okkara dagar. Tað snýr seg um, hvussu fólkasamansetingin millum, ung og gomul, kvinnur og menn broytist frá síðst í 20. øld til nú, hvussu fráflyting og minkandi burðaravlop hava sett sær varandi spor í føroysku fólkapýramiduni, og hvussu henda støðan sær út í øllum landinum, í bygdum, býum, oyggjum og sýslum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking