• Fyri at skriva viðmerkingar í sBókini, skal tú rita inn ella stovna "Mín konta" uppi í høgra horni.
  • Ókeypis royndarhald
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Endamálið við hesum partinum er ein yvirskipað lýsing av javnstøðu. Eftir at hava gjøgnumgingið tilfarið ber til at taka støðu til hesar spurningar:

  1. Hvat er javnstøða?
  2. Skal lóggevast um økta javnstøðu, til dømis á arbeiðsmarknaðinum og í politikki? Ella skal tíðin arbeiða fyri okkum?
  3. Hvussu ber best til at røkka javnstøðu? Eigur politiska skipanin at taka stig til at røkka javnstøðu? Ella er tað ábyrgdin hjá okkum sjálvum sum einstaklingar og hvør sær?
  4. Hvør hevur ábyrgd av at tryggja javnstøðu? Hvat kunnu ávikavist tað almenna, arbeiðsmarknaðurin og einstaka menniskja gera fyri at tryggja javnstøðu?
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Tvey kyn - ymsar støður

© Mureldur
© Mureldur

Stríðið fyri javnstøðu byrjaði í Føroyum sum í øðrum londum í vesturheiminum við einum kvinnustríði fyri grundleggjandi rættindum sum rættinum at atkvøða, rættinum til útbúgving, til at vera á arbeiðsmarknaðinum og til at ráða yvir egnum kroppi.

Heldur enn at vera eitt stríð millum kynini er arbeiðið fyri øktari javnstøðu í dag viðkomandi fyri bæði kyn. Javnstøðuarbeiðið er eitt felags átak fyri kvinnur og menn, gentur og dreingir, eitt átak sum hevur til endamáls at tryggja øllum møguleika og frælsi at gera tey val, tey ynskja at gera, og at liva tað lívið, tey ynskja at liva uttan mun til kyn.

Politiskt er endamálið við at arbeiða fyri øktari javnstøðu at geva kvinnum og monnum somu møguleikar og somu ávirkan í øllum pørtum av samfelagnum. Flestu politikarar eru sannførdir um, at javnstøða millum kyn er neyðug og hevur jalig árin á samfelagið, men ósemja er ofta um, hvussu vit røkka málinum um økta javnstøðu: skulu vit lóggeva, ella skal tíðin arbeiða fyri okkum?

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Lógarverkið

Galdandi javnstøðulóg hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1994. Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn, og at veita kvinnum og monnum eins møguleikar fyri útbúgving, arbeiði, yrkisligari og mentanarligari menning.

Eisini er ST-sáttmálin, sum ásetir rættindi hjá kvinnum, í gildi í Føroyum. Hesin sáttmáli, sum á enskum verður nevndur CEDAW (Convention on the Elimination of All Forms of Discrimination against Women), hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1987. CEDAW-sáttmálin áleggur londunum at taka av allan mismun móti kvinnum og at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á øllum økjum í samfelagnum. Her kanst tú lesa grein um CEDAW-sáttmálan.

Føroyska lógarverkið er sum heild kynsneutralt, men avleiðingarnar av, hvussu samfelagið er skipað, og hvussu vit skipa okkara gerandisdag, raka í mongum førum menn og kvinnur ymiskt.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ymiskar avleiðingar

Til dømis hevur tað avleiðingar fyri bæði einstaka menniskjað og fyri samfelagið, at alt fleiri dreingir velja útbúgving frá. Persónligu avleiðingarnar kunnu verða avmarkaðir møguleikar at fáa eitt gott arbeiði, størri sannlíkindi fyri at gerast arbeiðsleysur umframt lægri inntøka, meðan samfelagsliga avbjóðingin er, at ein vaksandi bólkur av monnum onga útbúgving fær, og tí verður verri fyri á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum.

Í dagsins vitanarsamfelagi hevur ein góð útbúgving stóran týdning fyri framtíðina hjá hvørjum einstøkum av okkum, og ein vælútbúgvin arbeiðsmegi er neyðug fyri eitt samfelag. Avbjóðingin fyri myndugleikarnar verður so at skapa útbúgvingartilboð, sum eru áhugaverd fyri ungar menn, og at sannføra ungu menninar um, at teir eiga at taka útbúgving. Tað er neyvan realistiskt at áseta í lóg, at allir ungir menn skulu taka eina útbúgving.

Eitt annað dømi um avleiðingar av kynsgrundaðum atburði er lutfalsliga stóra talið á konufólki, sum arbeiða niðursetta tíð. Fleiri enn 60 prosent av føroyskum kvinnum arbeiða niðursetta tíð. Hetta talið er høgt í mun til onnur Norðurlond. Orsøkirnar eru fleiri, og summar velja hetta sjálvar, tí tær ynskja at hava tíð til familjuna, meðan aðrar eru noyddar at arbeiða niðursetta tíð, tí at tær hava høvuðsábyrgdina av heiminum og hava sostatt ikki møguleika at arbeiða fulla tíð. Uppaftur aðrar fáa ikki fulltíðarstarv, tí at arbeiðsplássið heldur vil hava fleiri starvsfólk, sum starvast niðursetta tíð, enn færri starvsfólk, sum starvast fulla tíð.

Ein avleiðing er, at lívsinntøkan verður lág, og at pensjónin, sum tær sjálvar skulu spara upp til, verður ov lág til at liva av, tá ið tann tíðin kemur. Tí kunnu tær enda sum fátækir pensjónistar, sum so aftur skapar avbjóðingar, bæði fyri tær persónliga og fyri samfelagið.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Beinleiðis og óbeinleiðis mismunur vegna kyn

Í dag eru sum heild ikki formligar forðingar fyri javnstøðu í føroyska samfelagnum. Í grein 2 í javnstøðulógini er ásett, at tað

ikki er loyvt – hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis – at gera mismun á fólki vegna kyn.

Beinleiðis mismunur er, at ítøkilig tilvísing til kyn er ein formligur partur av lógarverkinum. Til dømis kann mismunur verða gjørdur mótvegis kvinnum, sum eru uppá vegin, um ein arbeiðsgevari brúkar hetta sum eina beinleiðis orsøk til, at kvinnan ikki verður sett í starv.

Óbeinleiðis mismunur er, at ein áseting, sum er kynsneutral, í veruleikanum hevur eina avleiðing, sum ger annað kynið verri fyri. Eitt dømi er, at ein mamma hevur nógva fráveru frá arbeiði, tí børnini eru sjúk, ella ein mamma, sum fær fleiri børn og tískil er í barnsburðarfarloyvi fleiri ferðir. Hetta kann hava sum avleiðing, at hon ikki verður sett í betri starv, ella at hon ikki fær lønarhækkan. Hesar avleiðingar kunnu vera óbeinleiðis mismunur vegna kyn.

Bara ósakligur mismunur er ólógligur. Sakliga grundaður mismunur kann gerast, til dømis við at geva kvinnum serlig rættindi, tá ið tær eru uppá vegin, tá ið tær eiga barnið, og tá ið tær geva barninum bróst. Hesi rættindini eru ásett í lóg um barnsburðarfarloyvi.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Upplýsing og hugburðsbroyting

Javnstøðunevndin gjørdi í 2014 filmsbrot við heitinum Ordiligar konur strúka skjúrtur. Filmsbrotið vísir eina mammu, sum stendur og strýkur klæðir, meðan hon leggur soninum eina við, at hann má finna sær eina raska konu, sum dugir at strúka hansara skjúrtur, tá hann verður vaksin. Tá sjálv søgan er liðug, kemur ein tekstur, sum fortelur, at áttanda hvør føroysk genta millum 16 og 19 ár heldur, at kvinnur ikki skulu arbeiða á arbeiðsmarknaðinum. Síðani verður spurt, hvat hyggjarin leggur í síni børn ella ávirkar síni børn.

Við hesum átaki ynskti Javnstøðunevndin at gera vart við, at fleiri ungar gentur eru hava ta áskoðan, at kvinnur ikki skulu arbeiða á arbeiðsmarknaðinum. Við at seta kynsleiklutirnar so ógvusliga upp, ynskir Javnstøðunevndin at fáa okkum at hugsa um, hvørjar kynsleiklutir, vit bera víðari til børnini.

Tølini, sum verða brúkt í átakinum, eru frá eini norðurlendskari kanning, sum er gjørd í 2010: Nordic Youth Research 2010. Tølini um javnstøðu eru á síðu 92 til 100.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Ordiligir menn strúka skjúrtur

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Vanahugsan og kynsleiklutir

Undirvísingartilfarið um javnstøðu vísir, at umstøðurnar fyri kvinnur og menn eru ymiskar á fleiri økjum í samfelagnum. Avleiðingarnar kunnu verða óhepnar, bæði fyri einstaka menniskjað og fyri samfelagið.

Ofta eru hesar umstøðurnar tengdar at vanahugsan og fordómum, sum so aftur hava samband við siðvenju og fatanina av, hvørja støðu menn og kvinnur hava og eiga at hava í samfelagnum.

Um arbeiðið fyri javnstøðu millum kyn skal flyta nakað, er neyðugt, at vit gerast meira tilvitað um hesa vanahugsan og tær siðbundnu fatanirnar av kynsleiklutum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822013. Upphavsrættur: rithøvundarnir, Javnstøðunevndin og Nám 2015